Ólafur klárt á odda

Tað er líkt til, at flestu íslendingar ætla sær at lata Ólaf Ragnar Grímsson halda fram í forsetaembætinum. Ein nýggj meiningakanning, sum Fréttablaðið og Stöð 2 hava gjørt, vísir, at 56,4 prosent av teimum, sum hava tikið støðu, ætla sær at velja Ólaf, og at 34,1 prosent ætla sær at velja Þóru Arnórsdóttir. Valevnið, sum fekk triðflestar atkvøður í kanningini, er Ari Trausti Guðmundsson, sum fekk 5,8 prosent.

Yvirhøvur hevur Ólafur Ragnar Grímsson fingið ta størstu undirtøkuna í teimum meiningakanningunum, sum eru gjørdar, men í onkrari kanning stóð tað næstan á jøvnum millum hann og Þóru Arnórsdóttir. Í seinastuni er hon dragnað.

Í kanningini vórðu 1.503 fólk spurd, hvønn tey ætla sær at velja til forseta. Góð 27 prosent høvdu ikki tikið støðu enn, skrivar Morgunblaðið.