Ein russari varð lagdur í koma á Landssjúkrahúsinum í gjár eftir eitt arbeiðsóhapp.
Arbeiðsóhappið hendi á Tvøroyri. Russiski trolarin Triton Reefer varð komin á Tvøroyri at landa til Varðan Pelagic.
Um hálvgum seks tíðina hendir óhappið, tá maðurin, sambært vakthavandi á løgreglustøðini, gongur út fyri ein trukk á bryggjuni.
Maðurin fekk álvarsaman skaða á høvdið og tyrlan bleiv boðsend. Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har hann varð lagdur í koma, áðrenn hann bleiv skannaður.
Vakthavandi visti ikki, hvuss manninum veit við, tá in.fo tosaði við hann í morgun.
Arbeiðseftirlitið fer í dag suður at kanna arbeiðsumstøðurnar á havnalagnum á Tvøroyri.