Løgreglan í Kolombia sigur seg hava prógv fyri, at forsetin í Venesuela, Hugo Chávez, hevur latið uppreistrarrørsluni FARC nógvar pengar -Í einari farteldu, sum vit funnu í leguni hjá FARC, eru prógv fyri, at Hugo Chávez hevur stuðlað FARC við nógvum pengum, sigur kolombiski løgregluovastin Oscar Naranjo.
Sum skilst er talan um næstan hálva aðru milliard krónur.
Sambært kolombisku løgregluni eru eisini prógv fyri, at FARC sendi Hugo Chávez pengar, tá hann sat í fongsli fyrst í nítiárunum.
Oscar Naranjo sigur, at Kolombia hevur eisini fingið prógv fyri, at samband hevur verið millum FARC og eitt umboð fyri stjórnina í Ekvador. Hesum hevur Ekvador víst aftur.
Støðan í norðara parti av Suðuramerika hevur verið spent, síðani kolombiskir hermenn fóru inn í Ekvador at søktu at einari legu hjá FARC. 17 limir í felagsskapinum doyðu, teirra millum leiðarin, Raul Reyes.