Lagerbäck hevur ongantíð tapt ímóti Onglandi

(EM 2016) Seks ferðir møtti Lars Lagerbäck Onglandi, sum venjari og hjálparvenjari hjá Svøríki, og hann tapti ongantíð

Mánakvøldið klokkan 20 spæla Ísland og Ongland áttandapartsfinalu. Liðini hava higartil havt somu gongd í EM kappingini. Í bólkaspælinum fingu bæði liðini tveir javnleikir og ein sigur, og tey hava enn ikki tapt ein dyst í hesum EM-endaspælinum, men mánakvøldið má annað liðið so siga farvæl og takk.

 

Lars Lagerbäck, landsliðsvenjari Íslands ræðist ikki Ongland, men hevur sjálvandi stóra virðing fyri onglendingum: - Líkamikið hvørja mótstøðu vit høvdu fingið, so hevði verið talan um torføra mótstøðu. Men tað passar mær ikki illa, at vit møta Onglandi. Eg møtti Onglandi fimm ella seks ferðir, sum venjari hjá Svøríki, og eg tapti ongantíð ímóti teimum, sum venjari hjá Svøríki, segði Lars Lagerbäck við Morgunblaðið aftaná 2-1 sigurin á Eysturríki í bólki F fyrr í kvøld.

 

Lars Lagerbäck var hjálparvenjari hjá svenska landsliðnum í 1998 og 1999, og var høvuðsvenjari hjá svenska landsliðnum frá 2000 til 2009. 

 

Í undankappingini til EM-endaspælið í 2000 vann Svøríki á heimavølli 2-1 á Onglandi, og megnaði javnleik 0-0 á útivølli. Í 2001 spældu Svøríki og Ongland javnleik 1-1 í einum vinardysti, sum var spældur í Onglandi. Í HM-endaspælinum í Japan og Suðurkorea í 2002 spældu liðini javnleik 1-1. Í 2004 spældu liðini aftur ein vinardyst, hesaferð í Svøríki. Svøríki vann 1-0. Í HM-endaspælinum í Týsklandi í 2006 spældu liðini javnleik 2-2.

 

Lars Lagerbäck hevur sostatt tveir sigrar, fýra javnleikir og einki tap ímóti Onglandi, sum venjari. Allir íslendingar vóna, at tey hagtølini verða enn betri komandi mánakvøld. 

 

Ongland og Ísland hava ongantíð møtst áður í EM ella HM kappingum. 2. juni í 1982 eydnaðist tað íslendingum at spæla javnleik 1-1 ímóti Onglandi í einum venjingardysti á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. 22 ár seinni vann Ongland 6-1 á Ìslandi í einum venjingardysti, sum var leiktur á City of Manchester Stadium, 5. juni í 2004. Wayne Rooney skeyt tvey mál í tí dystinum.