Tað var eitt lot, og í løtum var tað eitt sindur tilvildarligt. Men tað leggja teir vertin á í Sarpugerði. Tá ið dómarin, Jóhan Hendrik Ellefsen, bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 1-0, og teir í Víkingi fegnast.
Tað ber við sær, at B36 fyri triðju ferð á rað – tvær ferðir í landskappingini og so í steypakappingini – noyddist av vøllinum við ongum.
Einasta málið skoraði miðvallarin Gunnar Vatnhamar, tá ið tað restaði eitt lítið korter. Málið varð skorað eftir fríspark og eitt sindur av aftur og fram í B36 brotsteiginum.
Víkingur var omaná fyrrapartin av fyrra hálvleiki. So gekk tað meiri javnt á, og eftir steðgin, tá ið B36 hevði lotið undan, var tað ógvuliga javnt og tætt.
Tað koppaði til fyrimunar fyri Víking, sum nú hevur tíggju stig og bara er tvey stig aftanfyri B36.
Nú øll liðini hava spælt seks dystir, er KÍ topplið við fjúrtan stigum. Skála og B36 hava tólv stig, og Víkingur og NSÍ hava tíggju stig.
-Vit eru ógvuliga fegnir um sigurin. Hann komst av, at vit vístu sera góðan hugburð. Tað gjørdi B36 eisini, men tað vóru vit, sum skoraðu einasta málið og vunnu, staðfestir Víkingaliðformaðurin Atli Gregersen.
-Hetta var ógvuliga javnt, men í løtuni koppar tað ikki okkum til fyrimunar. Fyri aðru ferð á rað í landskappingini noyddust vit av vøllinum uttan at skora. Tað plagar annars ikki at vera okkum fyri. Men vit í verjuni kunnu ikki leggja alt á álopsspælararnar. Higartil í ár er tað bara eydnast okkum einaferð at halda málið reint, og tað er ikki nóg gott. Vit harmast tapið, men talan er ikki um katastrofu, tí vit hava tólv stig og eru framvegis við í kappingini um fremsta plássið, sigur B36 liðformaðurin Andrias H. Eriksen.
Víkingur – B36 1-0 (0-0)
1-0: Gunnar Vatnhamar 78.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen – Andreas Lava Olsen, Heðin Hansen, Gunnar Vatnhamar, Philip Djordjevic – Sølvi Vatnhamar, Adeshina Lawal (Dion B. Splidt, 86.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bárður á Reynatrøð, Arnbjørn Svensson, Hjalti Strømsten, Gert Hansen, Milan Svojic, Bergur Gregersen
Gult kort: Elias Rasmussen
Venjari: Sámal Erik Hentze
B36: Hans Jørgensen – Jónas Ꝥór Næs (Sveinur Lava Olsen, 85.), Andrias H. Eriksen, Bjarni Petersen, Ragnar Samuelsen – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen – Árni Frederiksberg, Lukasz Cieslewicz Benjamin Heinesen (Andrass Johansen, 76.) – Gilli Samuelsen (Michal Przybyulski, 72.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Símun Rógvi Hansen, Erling D. Jacobsen, Tórur Hentze Hardlei
Gult kort: Andrias H. Eriksen, Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen
Venjari: Jákup á Borg