Oljuprísúrin er nú so lágur, at tað í oljuheiminum verður tosað um at siga fólki upp og at bíða við stórum íløgum í nýggjum og dýrum økjum.
Tann mildi veturin í Norðuramerika, nýggju avtalurnar millum Irak og umheimin og búskaparliga kreppan í Asia eru orsøkin til, at oljuprísurin er vorðin ein hin lægsti í meira enn 10 ár. Prísurin, sum eitt skifti var oman fyri 20 dollarar fyri tunnuna, er nú komin niður á góðar 12 dollarar.
Tá Sosialurin herfyri tosaði við umboð fyri eitt av útlendsku oljufeløgunum, sum arbeiða í Føroyum, varð mett, at fór prísurin langt undir 14 dollarar, so var vandi á ferð tvs. so fór áhugin fyri at gera íløgur á føroyska landgrunninum at minka.
Nú tekin eru til, at prísurin kann enda niðan fyri 12 dollarar, eru oljufeløgini farin at umhugsa nýggjar íløgur í váðiligum økjum sum Atlantsmótið tvs. eitt nú økini við Føroyar.
Sosialurin skilur, at verður fyrsta útbjóðingarumfarið á føroyskum øki útsett nógv meira og verða skattareglarnar ov víðgongdar, so verða tað helst fleiri av oljufeløgunum, sum fara at umhugsa sína støðu, hvat leiting við Føroyar viðvíkur.
Tað er greitt, at øll óvissan um markið, eisini kann hava óhepnar avleiðingar hvat áhuganum fyri leiting í føroyskum øki viðvíkur. Her røkist enn einki fyri nakrari loysn. Løgmaður hevur heitt á Poul Nyrup Rasmussen um at fáa fund í lag við bretska forsætisráðharran um spurningin.
Keldur Sosialurin hevur tosað við siga, at neyvan fara bretar at geva málinum so høga prioritering, at sjálvur forsætisráðharrin Blair verður settur upp á hesa uppgávu. Hann hevur úr at gera nú Bretland eigur formansskapin í ES, og nú tað skal atkvøðast um Amsterdamavtaluna.
Sama kelda sigur við blaðið, at seinastu útspælini frá føroysku samráðingarnevndini og tí bretsku bóru á tað borðið, at ósemja nú bert snýr seg um eini 5% av upprunaliga kravi føroyinga.