Lagið var betri

Kontrastirnir vóru stórir í mun til samrøðuna mánadagin, tá vit um døgurðatíð mikudagin hittu landsliðsvenjaran hjá Føroyum, Henrik Berthelsen

 

fimleikur


Øll úrslitini vóru ikki kunngjørd, men tá vit hittu landsliðsvenjaran á orði, høvdu føroysku íðkararnir longu tryggjað sær sjey av níggju møguligum heiðursmerkjum.

Spurdur, um lagið nú var betri, enn tað var mánadagin, brosaði Henrik og segði, at sjálvandi var tað tað.

- Tað er heilt klárt, at tað nú eru veruligu karakterirnir, sum verða givnir. Hetta ger, at vinnararnir verða teir røttu, og tíbetur er líkt til, at tað eru vit, sum fara avstað við tí mesta, og enn eru tvær kappingar eftir, so hvør veit.


Bóðu teir gloyma

Sæð í ljósinum av kappingini mánadagin, so kundi ein borið ótta fyri, at føroysku íðkararnir kanska fóru at verða uppsettir mikudagin, men soleiðis varð tíbetur ikki. Spurdur, hvat hann hevði sagt sínum íðkarum í tíðarbilinum frá mánakvøldinum til mikumorgunin, segði Henrik, at hann fyrst og fremst hevði biðið teir um at gloymt alt tað, sum hendi mánadagin.

- Eg royndi bara at fáa teir at leggja alt hatta aftur um bak. Segði við teir, at tað sum hendi frameftir í málinum, skuldu vit nokk taka okkum av, og tað hava vit so eisini gjørt.

- Teir fingu boð um at fokusera upp á dagin í dag, og tað hava teir gjørt, og higar til hevur tað jú gingið framúrskarandi, segði venjarin at enda.