Avgerðir mugu takast. Vit kunnu ikki yppa øksl og venda vandamálunum bakið. Valið var ein frukt av teimum seinastu árunum. Nú mugu vit tosa við danir, til vit fáa reinar og greiðar avtalur, sum eitt fleirtal av føroyingum er fyri.
Í hesum kreppuárunum hava danskir politikarar ofta spurt eftir, hvat føroyingar vilja og eisini, at nú var »sandhedens time komme til færingerne«.
Men tað verður ikki lætt. Eitt er, hvat donsku politikararnir siga við fjølmiðlarnar, nakað heilt annað er, tá ið teir koma til forhandlingsborðið. Tá verður borðreitt við beinhørðum politikki og nakað væl afturat.
Tað áliggur stór ábyrgd á okkara fjølmiðlafólki, hvussu samráðingarnar og øll tann komandi tíðin verður viðgjørd av teimum. Tí lætnaði tað um hjartað, tá ið hin ungi blaðmaðurin á Dimmalætting, Ingi Rasmussen við fáum, men greiðum orðum talaði at starvsfeløgum, ið brúktu álvarsmálið sum vanligt øsingartilfar, ella til at selja nøkur bløð. Hin vanligi partapolitikkurin, sum ofta bert hugsar um at tæna egnum áhuga, flokki, má goymast til aftan á samráðingarnar.
Nú er tað so, at løgtingið velur eitt landsstýri og tað eru teir, sum skulu samráðast, men tað liggur eins stór ábyrgd á løgtingsmonnunum, sum ikki eru við.
Ofta hevur verið sagt, at tað er ein oyðumarkargongd, tá ið flokkar ikki sleppa at verða við í stjórnini, men tað er kanska eitt eyðkenni fyri hin sanna politikaran, sum »bara« við at sita í Tinginum fær síni mál framd, nøvn kundu verið nevnd, eisini føroysk.
Tað var ein stór og gleðilig hending, sum tolir at verða nevnd aftur, og at rósa teimum tingmonnum, sum stóðu saman sum ein maður at biðja um eina dómarakanning í bankamálinum, teir skrivaðu søgu, at teir ikki fingu eina dómarakanning skulu teir ikki lastas fyri, ein moralskur sigur er ikki at kimsa at.
Fólk flest kvaklaðust rættuliga við og ernaðust upp.
»Gott er, tað behøvist ikki«, »Tað er ikki so farligt«, »Tað fer nokk at laga seg«. Sera vakurt at kunna siga so, kanska serføroyskt, men sera skaðiligt kemur tú út um landoddarnar. »Teir eru av allar fittastu monnum, eg kenni ein?« Nei, um vit vilja tað ella ikki, mugu vit tosa politiskt tosa á sama støði sum teir. Eins og teir verja egnu áhugamál, mugu vit verja okkara. At nógv stendur upp á spæl fyri okkum, vita allir føroyingar. Og fyri mótpartin? Ja, tað er freistandi at brúka makt móti einum, sum tú veitst, tú skuldi vunnið á, og so bara knúlva hann av eina ferð med alla.
Okkara forfedrar kundu vera ósamdir og kjakast, men tá ið teir komu á ein streymtanga, var tøgn innaborða, tá róðu allir sum ein maður.
Steinbjørn B. Jacobsen