Lagnudagur hjá Jørgen Niclasen

Í morgun fer Sambandsflokkurin á fund at viðgera framtíðina hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum

Dagurin í dag verður ein lagnudagur hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.

Í kjalavørrinum á nógv umrødda tollmálinum, fer Sambandsflokkurin at hava floksfund nú í morgun, at politiska støðan skal viðgerast.

 

Les eisini: Løgmaður: Fýra møguleikar fyri framman

 

Eitt, tey fara at tosa um á fundinum, er eisini, um flokkurin framhaldandi hevur álit á Jørgen Niclasen sum landsstýrismanni.

Sambandsflokkurin kom hálvavegna í kreppustøðu eftir at tveir tingmenn hjá flokkinum, Helgi Abrahamsen og Riemund Langgaard atkvøddu fyri uppskotinum hjá andstøðuni um misálit á Jørgen Niclasen.

 

Kringavrpið visti at siga, at á fundinum í dag fara sambandsfólkini at heita á Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, loysa Jørgen Niclasen úr starvi.

Kaj Leo Holm Johannesen hevur sagt, at kemur tann áheitanin frá einum samdum tingbólki, fer hann at taka áheitanina til eftirtektar, veit Kringvarpið at siga.

 

Hinvegin hevur Jørgen Niclasen eisini boðað frá, at hann fer ikki at leggja frá sær, so skal hann frá, skal hann koyrast frá.

 Fyribils er samgongan ananrs ikki boðsend á fund, at viðgera politisku støðuna.

 

Les eisini: Johan Dahl: Eg eri rætt endurgivin

Les eisini: Løgmaður: Kann ikki góðtaka meiri rumbul