Lagnudystur á Sevmýri

Av Tvøroyri eru boðini greið. Tað einasta, sum telur sunnudagin móti GÍ, eru trý stig. Hvørki meira ella minni

Upptakt


Tað er nú ella ongan tíð, tá TB sunnudagin tekur ímóti GÍ. Við fýra umførum eftir at spæla og fimm stigum upp til bjargingina, er eingin sum helst ivi um, at treytirnar hjá TB eru bæði greiðar og harðar. GÍ er eitt av veikaru liðunum í deildini, og so skulu trý stig á kontina.
                      - Tað sigur seg sjálvt. Hetta er tað, sum vit rópa fyri »knald eller fald«, sigur Hallur Christiansen, sum helst verður ein av TB-spælarunum á vøllinum sunnudagin.
                      - Tekur tú teir dystirnar, sum eru eftir, so eru nakrir lykladystir eftir. Men uttan ein sigur sunnudagin, kunnu restin sum so gera tað sama. Tí er eingin sum helst ivi um, at vit leggja alla orku í dystin nú sunnudagin.
                      Og verður tað so eisini eitt meira framrættað TB-lið, sum vit nú koma at síggja, sæð í mun til kontra-spælið, sum tit ofta hava dúvað uppá.
                      - Tað verður tað kanska. Vit hava í øllum fyrireikað okkum so væl sum gjørligt til dystin. Og ein javnleik kunnu vit í øllum førum ikki brúka til nakað sum helst. So vit fara í øllum førum fram á vøllin. Men hinvegin haldi eg eisini, at vit aloftast hava spælt hampuliga framrættað her á Sevmýri, men tað er tíverri alt ov ofta, at vit hava havt marginalarnar ímóti okkum.
                      Hallur sigur annars, at einasti spælarin, sum við vissu ikki verður við, er leikbannaði Jón Johannesen. Dan Mortensen var ikki við, tá TB mikudagin tapti fyri EB/Streymi á Mølini, men sum skilst, so er ein vón fyri, at hann verður tøkur til týdningarmikla dystin.
 
Finala hjá GÍ
Hjá GÍ er støðan ikki nógv mætari, enn hon er hjá TB.
                      - Vit skulu so í øllum førum ikki tapa handan dystin. Gera vit tað, so koma vit av álvara í vanda, heldur Sámal Joensen.
                      - Í so máta kanst tú gott siga, at tað er ein sannur finaludystur hjá okkum hesaferð.
                      Hann sigur, at GÍ enn má vera skadda Poul Arna Jacobsen fyriuttan, og at Robert Rzezycki eisini er leikbannaður. Hinvegin er Hans Jørgen Djurhuus nú aftur tøkur, eftir at hann hevur sitið tveir daga leikbann av sær.