VB/Sumba og B68 spæla sunnudagin týðandi botndyst í Vági. Liðini bæði liggja lið um lið í botninum, og taparin av dystinum sunndagin endar í eini keðiligari støðu. B68 hevur sama fólkið við hesaferð sum seinast. Arnbjørn Danielsen fór út við einum minni skaða seinast, og hann hevur vant lítið í vikuni, men hann spælir sunnudagin. Julian Johnsson spælir nú fulla tíð hvørjaferð, og hann er veruliga við at spæla seg heitan aftur. Hjá VB/Sumba er Hallur Dam Joensen tøkur aftur eftir leikbann seinast.