Lagnuløta í Gøtu

Fuglfirðingar skulu royna at reisa seg ímóti grannunum í Gøtu, sum síðsta sunnudag vunnu fyri aðru ferð í ár, og aftur hesa ferð varð sigurin vunnin í Vági

Talan verður um sanna lagnuløtu, tá ið fuglfirðingar í morgin fara út um Varmakeldueið at takast við grannarnar í Gøtu.
Hóast fuglfirðingar ikki nógvu tey seinastu árini hava staðið seg nakað serligt ímóti GÍ, so megnaðu teir í 2. umfari at vinna ímóti GÍ, og tað bar góðan moral undan næstu royndunum við sær.
Í trimum teimum seinastu royndunum hevur gingið av skriðuni, og sunnudagin var talan um ógvusligt vónbrot, tá ið ÍF misti sigurin í evstu løtu á heimavølli ímóti EB/Streymi..
ÍF venjarin, Petur Simonsen, var ikki eygnavitni til tað, sum gekk fyri seg í Fuglafirði sunnudagin. Hann var burturstaddur, og tí var tað hjálparvenjarin, Sonni Jensen, sum hevði ábyrgdina av liðnum.
Nú er Petur Simonsen aftur á ÍF beinkinum, og takið hjá honum og hinum í og kring íF er at fáa skútuna aftur á beint. Síðsta sunnudag var Rúni Elttør ikki førur fyri at spæla, tí hann var so mikið skaddur. Hóskvøldið vónaðu teir í Fuglafirði, at Rúni Elttør verður førur fyri at spæla í morgin.
Fyri aðru ferð í ár megnaði GÍ síðsta sunnudag at vinna í Vági. Hetta var bara annar sigurin hjá teimum í ár, og í báðum førunum er stóra úrtøkan vunnin í Vági.
Undan VB dystinum broyttu gøtumenn upp á liðið. Eitt sindur meiri enn fyrra umfarið var Kaj Ennigarð í miðverjuni í staðin fyri Atla Gregersen, sum varð settur á vøllin, tá ið nakrir fáir minuttir vóru farnir av seinna umfarinum.
Meinhardt Joensen vardi GÍ málið í Vági. Tað komst av tí, at tá ið GÍ keypti pólverska málverjan frá Sumba og VB, so var tað við tí treyt, at hann ikki skuldi spæla ímóti VB.
Spurningurin er nú, um Popczynski fer at halda seg til tað liðið, sum vann í Vági, ella um hann fer at fremja onkrar taktiskar broytingar.
Hjá GÍ er talan um sanna lagnuløtu í morgin, og hjá ÍF er tað ikki so nógv øðrvísi. Um GÍ vinnur, so fara teir at hava samband við ÍF á støðutalvuni, meðan teininurin verður ógvuliga langur, um tað skuldi eydnast at fingið stig og kanska hjá ÍF at vunnið í Gøtu.