Vælumtókta Laksa- & Sølutorgið var í gjár við býráðshúsini í Runavík frá kl. 10.00 - 16.00, har nógv ymiskt spennandi var á skrá bæði fyri vaksin og børn.
Laksatorgið hevur nøkur ár á baki, og hevur tiltakið eydnast væl hvørt ár, verður sagt úr Runavík. Byrjað varð kl. 10 við loppumarknaði, leikamarknaði, sølu av bundnum vørum, gávulutum, ymiskum fiski, kaffi og vafflum, fiskibrunni, køkum o.ø.
Men helst man stóra laksaborðið hjá Bakkafrost við øllum møguligum úrdrátti úr laksi lokka eina mest. Har var long bíðirøð at sleppa framat, og ta einum løtuna vóru eingangstallerkarnir uppi – tá kom róp í. Men lítla løtu seinni var alt við tað gamla og øll hildu seg framat.
Eini spennandi framsýning hjá Dreyarafelagnum er í býraðssalinum allan dagin.
Nógvur góður tónleikur var á skrá - bæði Stanley Samuelsen og Hanus G. Johansen syngja og spæla. Fyri tey yngru vóru tað teir lokalu Beinir og Rani, eins og “Kom við í spæliland” við klovninum Totti sum framførdu.
Skipað varð fyri uppboðssølu av feskum fiski á laksatorginum, har uppboðshaldari var Tórbjørn Jacobsen.
Ein hugnalig løta við hópin av fólki og góðum veðri.