Í fjør útfluttu vit tilsamans fyri 5,5 milliardir krónur.
Hagstovan sigur í síni seinastu uppgerð, at tað er áleið tað sama sum í 2011.
Tó er útflutningurin av fiski enn størri í 2012, enn hann var í 2011. Í 2011, var útflutningurin av fiski 91% av øllum útflutninginum, men í fjør vaks hann 9% afturat.
Men uppgerðin vísir eisini at í fjør var útflutninginum av uppsjóvarfiski og alifiski 400 milliónir krónur hægri enn í 2011.
Hinvegin minkaði útflutningurin av skipum úr stívliga 600 milliónir, niður í 300 milliónir.
Av uppsjóvarfiski seldu vit serliga meir av makreli og svartkjafti.
Serlig er útflutningurin av svartkjafti nógv hækkaður við tað, at hann var 160 milliónir í fjør og tað er tvær ferðir so nógv sum í 2011.
Laksaútflutningurin er vaksin ein góðan fjórðing í nøgd, meðan virðið er vaksið 12%.
Í 2012 útfluttu vit laks fyri meiri enn 1,8 milliard, sum er næstan 200 milliónir. meir enn árið fyri.
- Hetta er nærum tvífalt so nógv sum fyri tíggju árum síðani, tá alivinnan var í hæddini, áðrenn sjúka rakti, sum hevði við sær at vinnan nærum mátti byrja av nýggjum.
Hóast útflutningurin av botnfiski var eitt vet hægri í fjør samanborið við 2011, er framvegis talan um søguliga lítlan útflutning av botnfiski.
Hetta er galdandi fyri øll tey trý stóru botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu.
í 1996 var metár fyri toskaútflutning, tá 37.000 tons vóru útflutt. Í fjør vóru einans 13.000 tons útflutt.
Fyri upsa var metárið 2005 við 41.000 tonsum, í fjør útfluttu vit 16.000 tons. Hýsan setti útflutningsmet í 2003 við 20.000 tonsum, men í fjør var útflutningurin av hýsu, góð 3.000 tons.?
Øll árini frá 1993 fram til 2006 átti botnfiskurin umleið helvtina av fiskavøruútflutninginum.
Parturin hjá alifiskinum hevur ligið um 20%, okkurt árið upp móti 30% og okkurt árið niður móti 10%.
Onnur fiskasløg hava átt millum 20 og 30 procent, og flestu árini hevur uppsjóvarfiskur ligið undir 10%.?
Eftir 2006 er hetta munandi broytt, og alifiskur er nú stórsta útflutningsvøra hjá føroyingum við tað, at 36% av fiskaútflutninginum í fjør var alifiskur. Uppsjóvarfiskur er næststórsti bólkur, og vóru 27% av fiskaútflutninginum í fjør uppisjóvarfiskur, har makrelur var nógv stórsti parturin. Bert ein fjórðingur av útflutninginum í fjør var botnfiskur.