Lama til Føroya

Tá Norrøna legði at í morgun, var ein heldur óvanligur flutningur við umborð. Á niðasta dekki stóðu nevnliga tveir lamair. Tað er Torkil Sandá, ið hevur keypt teir úr Danmark. Í morgun traðkaði ein lama á føroyska jørð fyri fyrstu ferð. Tað er Torkil Ingvardsson Sandá, ið hevur keypt tveir lamair frá Vildtfarm Nord úr Nibe.

Hugskotið við at fáa tveir lamair til føroya er at nýta hesar til lama-trekking, ið er eitt kent fyribrigdi aðrastaðni.

Hetta merkir, at tú leigar tær ein lama til gongutúrin, og kann hesin tá verða pakkaesil. Tó verður ikki gjørligt at leiga hesar lamurnar, men ætlar Torkil sjálvur at hava teir við á fyriskipaðum gongutúrum sum pakkaesil.

Hugskotið fekk Torkil Sandá á einum gongutúri av oyggjavegnum til Leynar, og er ætlanin møguliga at nýta hesar til hetta endamálið.

Fyribils standa tær báðar, Alpaca og Lama, ið eru ávíkavist 2 og 1 ár, í einum fjósi í Leynum.

Les meira í Sosialinum í morgin.