Lambið píndist illa

Bóndin Petur Karl av Rana varð fríggjadagin dømdur 10.000 krónur í bót millum annað fyri at hava latið eitt lamb ganga á trimum beinum og pínst

Í apríl 2010 meldaði Djóraverndarfelagið bóndan Petur Karl av Rana fyri djórapínslu.
Orsøkin var eitt lamb, sum var komið fyri ein bil, og í staðin fyri at ringja til djóralækna ella drepa lambið valdi Petur Karl av Rana at lata lambið ganga á trimum beinum. Hann kappaði bara brotna beinið av lambinum.
Hóast politiið álegði bóndanum at drepa lambið, læt hann tað ganga ein dag aftrat og drap ikki lambið, fyrr enn politiið annan dagin fór eftir honum og fekk hann at drepa lambið.
Málið var fyri aðru ferð í rættinum fríggjadagin.
Petur Karl av Rana vardi seg við, at hann læt lambið ganga, tí hann hevði ætlað at funnið ærini eitt annað lamb. Tað eydnaðist ikki. Tað ráddi um at finna ærini eitt annað lamb, tí ein nýlemba, sum missir lambið, fer illa, tá ið mjólkin etur til, og einki lamb er at súgva hana.
Hann vardi seg eisini við, at tað tekur tíð at fáa ein djóralækna úr Havn at koma til Suðuroyar. Hann var tí sjáldan noyddur til sjálvur at meta um, hvat best var at gera. Í hesum førinum tók hann atlit til ærina, og hann metti, at lambið hevði tað gott, tí tí hoppaði runt.
Birna Mørkøre, landsdjóralækni var førd sum vitni, og hon var ikki í iva um, at lambið hevði pínst heilt illa, tí kjøtið var bert, og nógvar nervar eru í beininum. Líka sum hjá menniskjum.

Skitið fjós
Tá ið hetta málið tók seg upp, vóru Búnaðarstovan og politiið farin undir at kanna viðurskiftini í neytafjósinum hjá Petur Karl av Rana í Øravík.
Hann hevði fingið eina avtalu, og á næstu vitjan, stóð betur til, men so var aftur galið. Arbeiðsamboðini vóru í ólagi, neytini fingu ikki nóg nógv drekkivatn, og tey stóðu upp um øklar í mykju, so tey fingu ikki lagt seg nakrastaðni á básinum.
Fjósið var í ringum standi, tá ið Petur Karl av rana yvirtók tað.
Rætturin dømdi Petur Karl av Rana samsvarandi ákæruritinum. Hann varð ikki dømdur fyri djórapínslu og misrøkt men fyri vansketni, og tað fekk hann 10.000 krónur í bót fyri. Haraftrat skal hann gjalda sakarmálsútreiðslurnar.
Petur Karl av Rana, sum er størsti seyðabóndi í Suðuroynni, hevur ikki longur festið í Øravík, og øll neytini eru tikin av.