Áskoðarar til landsdystir hjá Onglandi hava senastu tíðina fingið sær til vana at buha eftir Chelsea-spælaranum Frank Lampard. Soleiðis var aftur leygardagin, tá ið Ongland spældi ímóti Estlandi á Wembley. Lampard var eykamaður, og tá hann kom á vøllin 20 minuttir fyri tíð, buhaðu áskoðararnir eftir honum. Í Onglandi verður nógv tosað um hetta, og har duga tey ikki rættiliga at finna orsøkina til, at Lampard er so ópoulerur millum áskoðararnar.