Lampard er tann besti

Venjarin hjá Chelsea, Luiz Felipe Scolari, heldur nógv av miðvallarspælaranum Frank Lampard. - Lampard kann skora eini 150 mál á sínari yrkisleið. Hann skorar í triðja hvørjum dysti, og tað er fantastiskt av einum miðvallarspælara. Eg haldi, at vit í ár mugu umhugsa, hvør veruliga er tann besti spælarin í heiminum, sigur Scolari. Frank Lampard sjálvur hevur ikki hug at gera so nógv burtur úr sær. Hann sigur seg fyrst og fremst hugsa um at vinna Champios League.