Lampard leingir við Chelsea

Hóast tað leingi ljóðaði, at Chelsea ikki vildi leingja sáttmálan við ein leikara, sum er komin upp móti miðtríati árunum, so hevur Roman Abramovich vikið frá tí prinsippinum.

 

Og um tað er eftir kravi frá væntandi komandi venjaranum, Jose Mourinho, ella um okkurt annað býr undir, er ikki til at vita. Tað, sum er greitt, er, at Chelsea og Frank Lampard hava longt sáttmálan við einum ári.

 

Tað var longu í gjárkvøldið eftir sigurin í Europa Legue finaluni, at Lampard gav sterkastu ábendingina tá um, at ein leingjan var á veg. Og í dag er tað so váttað.

 

- Eg eri ógvuliga fegin. Øll vita, at eg altíð livdi í vónini um at halda fram, sigur 34 ára gamli Lampard sambært BBC Sports.

 

- Eg vil fegin takka Roman Abramovich fyri at gera dreymin til veruleika. Eg elski hetta felagið, starvsfólkið, leikararnar og serliga viðhaldsfólkið, sigur Lampard.

 

Frank Lampard gjørdist tann mest skorandi leikarin í Chelsea nakrantíð, tá hann seinasta sunnudag skoraði bæði málini í 2-1 sigrinum á útivølli móti Aston Villa.

 

Hann hevur leikt 607 dystir fyri Chelsea, síðani hann í juni 2001 skifti frá West Ham fyri 11 milliónir pund, skrivar BBC Sports.