Ítróttarklumman
Um knappar tveir mánaðir verður enn av útgáva av oyggjaleikum sett.
Summar røddir hava ført fram, at leikirnir ikki longu eru tað, sum skal til, um føroyskur ítróttur skal mennast. Og hyggur tú at fremstu ítróttarfólkum okkara, so er kanska rætt, at støðið á oyggjaleikum er lægri enn tað, sum tey dystast við í øðrum altjóða kappingum.
Men sum lopfjøl og mátistokkur eru leikirnir framvegis júst tað, sum størsti parturin av føroyskum ítrótti hevur tørv á. Fram um alt, so hava oyggjaleikir støðugt verið ein av heilt stóri motivatiónsfaktorunum hjá ítróttarfólkum okkara, og í so máta hava leikirnir støðugt verið við til at skapa framdrift og menning í føroyskum ítrótti.
Og tað er soleiðis fyrst og fremst leikunum at takka, at vit í dag eiga ítróttarfólk, sum kanska ikki møta teimum risa-stóru avbjóðingunum á leikunum men ístaðin hava sett sær nýggj og størri mál.
Og tá tað er sagt, so er tað framvegis gleðiligt, at fremstu einstaklingar okkara framvegis síggja tað sum stuttliga og spennandi avbjóðing at taka lut á leikunum. Kanska eisini tí leikirnir eisini í stóran mun innihalda menninskjansligar upplivingar, har vinarbond verða knýtt, og har tað – hóast stóra kappingarelementið – eisini ræður um at skapa framburð og menning heldur enn at tað bara skal vinnast fyri ein og hvønn prís.
Her heima verða seinastu úttøkunar á ymsu landsliðunum framdar í hesum døgum, og hjá teimum, sum skulu taka lut, fara næstu mánaðirnir í stóran mun at snúgva seg um fyrireiking til stóru avbjóðingina, soleiðis at toppurin verður raktur júst ta vikuna, sum leikirnir eru. Um gullregnið verður tað sama, sum tað var á Rhodos, er so ein annar spurningur. Men í metrum, sekundum og øðrum eindum er talan um mátistokkin, har fram- ella afturgongd hjá ymisku kappingargreinunum verður vektað.