SAMRØÐA
Okkurt serligt er við at skula gera eina samrøðu við Boney M. Hesin her bólkurin, sum er á einari fløgu í bilinum, og sum meira enn so kann hoyra í útvarpi ella úti millum fólk. Sagt verður, at tingini henda nøkur ár aftaná í Føroyum. Tað var ein tíð, tá limirnir í Boney M vóru stjørnur og lógu ovast á tónatindunum í Bretlandi og Týsklandi. Hetta var afturi í sjeytiárunum.
Allíkavæl er tað okkurt serligt, tí talan er hóast framvegis um Boney M. Um ikki annað so navnið, og sangirnir hanga við.
Sangirnir eru eisini hetta serliga slagið av tónleiki, sum tykist mestsum ódoyggjandi í Føroyum. Tað er nakað við sjeytiárunum og útvaldum, sum fær føroysku fjøldina at smelta. Um tíggju ár vilja vit mest sannlíkt enn hoyra Rivers of Babylon og allar hinar.
Stór útskifting
Nøvnini á teimum fýra, ið manna bólkin í Føroyum, eru: Zara Martin, Toyin Adekale, Kelly Rahman og Maizie Williams. Henda seinasta hevur verið við í bólkinum frá byrjan. Kelly Rahman er mannliga ísletti í bólkinum.
Søgan hjá Boney M byrjar í 1975. Tær skrivligu keldurnar, vit hava leitað upp á alnetinum, vísa frávík í støðum, so eitt ávíst fyrivarni má takast.
Í øllum førum eru øll samd um, at maðurin aftanfyri Boney M er Frank Farian. Hann er týskari og hevur starvast sum bæði framleiðari og sangari. Mest heppin hevur hann verið sum framleiðari. Hann hevur arbeitt saman við so kendum fólkum sum Toto og Stevie Wonder, og so var tað eisini hann, sum stóð aftanfyri Milli Vanilli, ið onkur kanska minnist.
Hann gav í 1974 ein sang út í Týsklandi, sum gjørdist ógvuliga væl umtikin, men sjálvur helt hann seg ikki framat at syngja og framføra, og hann setti tí ein bólk saman. Hesin bólkurin kom at eita Boney M.
Herfrá verður søgan eitt sindur innviklað, men tað stutta av tíð langa er, at bólkurin byrjaði av álvara at fóta sær í seinnu helt av sjeytiárunum. Ì stórheitstíðini hjá bólkinum taldi manningin umframt Maizie Williams: Liz Mitchell, Marcia Barret og mannligi limurin kallaðist fyri Bobby Farrell. Tey eru ættaði úr Jamaika og Vest Indisku oyggjunum.
Fyri hesari manningini gekk tað slag í slag við sangum, sum komu at liggja um ovastu rókirnar á tónatindunum. Bólkurin hevur serliga verið væl umtóktur í Týskland og fyri ein stóran part eisini í Bretlandi.
Løg sum Ma Baker, Synny, Rivers of Babylon, Brown Girl in the Ring og Mary?s boy child gjørdist øll stór ?hit? í Bretlandi. Rivers of Babylon, sum varð givin út saman við Brown Girl in the Ring í 1978, er mest umtókti sangurin hjá bólkinum. 1978 gjørdist eisini besta árið hjá bólkinum.
Við sjeytiárunum fór eisini populariteturin hjá bólkinum. Bólkurin var framvegis væl umtókur í Týsklandi, men bretar kendu ikki nógva trongd eftir Boney M og teirra tónleiki. Boney M gjørdist ongantíð nøkur ævintýrsøga í USA.
Í 1982 fór mannligi sangarin úr bólkinum, og í 1986 valdi bólkurin at gevast.
Síðani tá eru fleir royndir gjørdar at endurstovna Boney M til fleiri ymisk høvi við rættiliga nógvum ymiskum manningum. Eisini hevur upprunaliga manningin verið savnað til eitt høvið.
Sambært einari heimasíðu eru tað nú tríggjar ymsar manningar, sum ferðast kring knøttin undir navninum Boney M.
Boney M hevur millum ár og dag givið eina øgiliga rúgvu av bondum, plátum og fløgum út. Eitt tað mest kenda í Føroyum er mestur jólaplátan hjá bólkinum. Hendan ? eins og nógvar aðrar ? eru vorðin endurútgivin og miksað fleiri ferðir. Bólkurin hevur eisini givið eina longri røð av uppsamlinsplátum út. Onkur av hesum hevur fingið góða móttøku. Samanlagt er sølan hjá Boney rættiliga drúgv.
Manningin, ið er á vitjaní Føroyum hevur verið saman í átta ár. Tann eina, Zara Martin, er við avloysari á Føroyatúrinum.
?Síðani tann originala manningin fór hvør til sítt, so helt eg ein steðg. Eg varnaðist tó skjótt, at tað var ein eftirspurningur, og spurdi tí hinar, um tær ikki vildu vera við í bólkinum, greiðir Maizie Williams frá.
Landaplágur
Tá spurt verður eftir, hvat vit kunnu vænta okkum av teimum, so skal eingin vera bangin fyri, at hann fer avstað aftur, uttan at hava hoyrt ein kendan sang. Øll hittini verða spæld slag í slag tann góða tíman, ið bólkurin fer at standa á pallinum.
?Teir eru ikki torførir at syngja og verri enn so altíð líka avbjóðandi, men tað eru teir sangirnir, ið fólk vilja hoyra, siga tær tríggjar kvinnurna við ein munn.
?Eg vildi gjarna roynt okkurt annað, men vit kunnu sanniliga fáa tað at bera til. Hesin tónleikurin riggar til allar aldursbólkar, sigur Toyin Adekale.
?Virðislønina fáa vit frá áhoyrarunum, siga tær.
Sangirnir frá sjeytiárunum hava fingið eina yvirháling, so teir hóska seg betur til 2002. Á konsertini verður tónleikurin playback
Konsert leygarkvøldið
Sum nevnt er Boney M komin til Føroya fyri at spæla. Leygarkvøldið verður stór konsert í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Fríggjakvøldið spælir bólkurin eisini eina eyka konsert í Platform í Havn.
Havgrímur Johannesen, stjóri fyri Platform, hevur fingið bólkin hendavegin, og hann sigur, at tað leingi hevur verið ætlanin at finið hendur á bólkinum, og nú skuldi tað so vera.
Limirnir í Boney M á føroyaferðini siga, at tey spæla eini 10-12 ferðir um mánaðin. Tað eru øll sløg av spælistøðum.
?Vit spæla alt frá ítrótturvøllum við fleiri túsund áskoðarum til privatar veitslur, siga limirnir í bólkinum.
Áðrenn tey komu til Føroya, høvdu tey hoyrt um staðið, men væntaðu ikki tað stóra.
?Vit høvdu ikki roknað við nøkrum, men tá vit so komu vaknaðu vit veruliga, tí hetta landið er so sermerkt, ljóðar tað frá teimum.
Boney M fer í eldin leygarkvøldið í Fuglafirði, og tey leggja longu leiðina avstað sunnumorgunin.