Landið eitur U-kra-i-na

Við tí endamáli at fáa savnað, fest á blað og útgivið allan okkara forna mentanararv á mannamunni bæði til orð og tónar, fáa bíbliuna týdda til føriskt, fáa lagt støði til føriska sálmabók o.a. m. tóku mentamenn í 1845 stig til at fáa stovnað eitt føriskt bókmentafelag

Hesari ætlan beindi danskur málprofessari spottandi fyri, tí tær royndir, sum tá í eini hálvthundrað ár høvdu verið gjørdar fram móti einari føriskari rættskriving, viku so nógv frá fornmálinum (“det ædle, oprindelige”), at tað als ikki kundi vera borðbært í bókmentaheimi.

Hesin hugburður, at tað livandi málið, soleiðis sum tað gjøgnum øldir hevði ment og lagað seg til okkara viðurskiftir, hevði skapt okkara kvæða- og sagnaheim og verið sálin í øllum munligum samskifti í arbeiðs- og heimalívi ikki skuldi vera fullgott til

egnan skrivligan búna, vann tá á skilvísi og verður enn lovprísaður av mentafólki her í landinum.

Men samstundis sum flestu smábroytingar í stavseting av egnum máli enn leita aftureftir og burtur frá tí natúrliga, hevur annað rák tikið seg upp, tá talan er um staving av eitt nú útlendskum landafrøðiheitum, soleiðis sum tað fyrst og fremst kemur til sjóndar í føriska Heimsatlasinum, ið kom út nøkur ár herfyri. Snotilig er bókin, kærkomin í okkara skúlaheimi og eisini gevandi í sínum innihaldi. Men soleiðis við ein brest eisini á hesum fakøki at loysa okkum úr danska málhaftinum

hevur ikki verið nakar lættur setningur, og hann er tí heldur ikki greiddur við ynskiligum víðskygni.

Tað, sum nú setti meg við telduna, var, at í umtalu av tí harmiliga málinum við trolaranum Topaz, hevur heitið á gomlu gomlu sovjetrepublikkini Ukraina verið nógv frammi í fjølmiðlunum og tá í bløðunum skrivað og í sjónvarpinum framborið sambært stavsetingini Ukreina í Heimsatlasinum.

Men hetta er jú púra burturvið. Í fyrsta lagi er at siga, at vit als ikki áttu at skrivað okkara ai-ljóð við e-i. Hetta tvíljóð er í skilaloysi flutt inn í okkara rættskriving úr íslendskum, men verður har framborið fonetiskt svarandi til okkara ey. Í navninum Ukraina er tó als ikki tala um nakað tvíljóð, men um ai í tveimum ljóðum. Landið eitur U-kra-´i-na við herðing á i-ið. Hetta hoyrdu øll skilliga, tá ukra-inar eggjandi róptu á sínar landsmenn í fótbóltsdystinum móti okkara monnum í fjør. Og kortini helt og heldur okkara sjónvarp fram við sínum U´kreina, tí soleiðis stendur tað jú í okkara føriska atlasi. Dimma og Sosialurin tykjast fylgja eftir; men útvarpið sýnir tó búnari hugburð.

Hetta eina dømi er bert eitt av mongum, sum benda á, at Heimsatlasið eigur at verða endurrskoðað við nýggjari útgávu fyri eyga.