Landið hungrar eftir arbeiðsmegi

Metlága arbeiðsloysið heldur fram, og landið hungrar eftir arbeiðsmegi. Hjálp sigst vera ávegis frá Innlendismálaráðnum. Men ætlanin um at liberalisera útlendingalógina, hvørjum útlendskari arbeiðsmegi viðvíkir, er ikki uttan trupulleikar

Seinastu tølini frá Hagstovuni vísa eitt arbeiðsloysi á 1,5 prosentum. Sostatt heldur metlága arbeiðsloysið fram, og sostatt er støðan á føroyska arbeiðsmarknaðinum heilt óvanlig í altjóða høpi. Tí sambært Hagstovuni kemur bert hendingaferð fyri, at lond kunngera arbeiðsloysistøl lægri enn tvey prosent, verður viðmerkt frá Hagstovuni.


Óheppið fyrsta pláss

Í evropiskum høpi liggja Føroyar á einum greiðum fyrsta plássi, hvørjum arbeiðsloysi viðvíkir. Á øðrum plássi liggur Ísland við tveimum prosentum. Danmark, sum eisini hungrar eftir arbeiðsmegi, liggur á einum fimta plássi við trimum arbeiðsloysisprosentum. í miðal liggur arbeiðsloysið í Evropa um stívliga seks prosent.

Sum stjórin í Vinnuhúsinum og formaðurin í Búskaparráðnum vísa á aðrastaðni á síðuni, er fyrsta plássið ikki nakað, ið føroyingar skulu vera ernir av. Heldur tvørtur ímóti. Tølini eru greið tekin um, arbeiðsmarknaðurin ikki fylgir við búskaparvøkstrinum, og tí má okkurt gerast aum skjótast. Føroyski arbeiðsmarknaðurin hungrar eftir arbeiðsmegi. Um búskaparvøksturin skal halda fram og ikki ganga skeiva vegin, má eyka arbeiðsmegi koma úr útlandinum.


Ófullfíggjað hjálp

Men hjálpin sigst vera á veg. Jakob Vestergaard, landsstýrismaður við innlendsismálum, arbeiðir við einum uppskoti, sum skal gera tað munandi lættari hjá ES-borgarum at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Gongst sum ætlað, verður lógin sett í gildi um ársskiftið, men spurningar kunnu setast við fyribils innihaldið av uppskotinum.

Tí, sum arbeiðarafeløgini vísa á aðrastaðni á síðuni, er ætlanin hjá landsstýrismanninum ógreiðar. Harnæst verður funnist at ætlanunum um at seta § 9 a úr donsku útlendingalógini í gildi í Føroyum. Har verður nevniliga ikki tikið hædd fyri, um tøk arbeiðsmegi er í Føroyum. Sostatt verður beinleiðis kapping millum føroyskar og útlendskar arbeiðstakar. Sambært arbeiðarafeløgunum er ikki óhugsandi, at føroyingar, tá ið minni arbeiði verður, verða sendir til hús til fyrimunar fyri útlendska arbeiðsmegi.