Landið skal eisini taka rusk

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, heldur ikki, at tað er rætt, at kommunurnar einsamallar skulu bera kostnaðin av burturbeining av ruski

Klaksvík: ? Landið fær allar inntøkur av vøruinnflutningi, tí kann tað ikki vera rætt, at kommunurnar skulu bera allan kostnaðin av at beina ruskið burtur, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.
Hann sigur, at størsta kommunan í Interkommunala Renovasjónsfelagsskapinum, IRF, er Klaksvíkar Kommuna, sum fevnir um ein lítlan fimtapart av útreiðslunum hjá IRF.
? Hetta er ein stórur trupulleiki, sum nevnd og leiðsla í IRF hava arbeitt nógv við. Økta virksemið í samfelagnum gevur landinum fleiri inntøkur, meðan kommunurnar skulu beina ruskið burtur, og harvið bera tær eisini útreiðslurnar. Spurningurin er um býtið av inntøkum og útreiðslum millum land og kommunur.

Væl rikin stovnur

Í Kommunuálitinum, sum flokkarnir á tingi hava sagt seg taka undir við, verður mælt til, at uppgávur, sum fevna um alt landið, eigur landsstýrið at umsita, meðan staðbundnar og borgaravendar uppgávur, eiga at verða røktar kommunalt.
? Kommunuálitið leggur upp til níggju stór øki, men tað er eyðsæð, at tú kanst ikki hava níggju brennistøðir. Tí verða brennistøðirnar meira til ein landsumfatandi øki, og eg haldi, at samsvarið millum útreiðslur og inntøkur hjá kommunum eigur at verða betri, og tað er har landið skal taka sín part. Eg sigi ikki, at landið skal yvirtaka brennistøðirnar, men kanska ein prosentpart, sigur borgarstjórin í Klaksvík.
Steinbjørn O. Jacobsen vísir á, at íløgur og sjálvur raksturin kostar, og hetta er vorðið til eina fíggjarliga byrðu hjá kommunum. Heilsufrøðisliga Starvstovan ásetur jú krøv, og tað kostar pengar at viðlíkahalda eina brennistøð.
Tó leggur borgarstjórin dent á, at hetta málið snýr seg ikki um raksturin av sjálvum felagsskapinum IRF.
? Vandi er altíð fyri trivnaðinum millum starvsfólki á einum slíkum stovni, tá politikarar og onnur alment skifta orð um stovnin. Eg vil leggja dent á, at vit tosa ikki um innanhýsis viðurskifti á stovninum. IRF er ein væl fyrimyndarliga rikin stovnur, og tað er týðandi, at hann framvegis fær frið at røkja sínar uppgávur, sigur Steinbjørn O. Jacobsen at enda.