Landið fær nú fimm ferðir avgjaldshækkingina hjá Jørgen

Landskassin fær nú fleiri ferðir 13 oyru eyka fyri hvønn litur av bensini og diesel, sum verður selt í Føroyum

Tann 10. desember í fjør boðaði Jørgen Niclasen, táverandi fíggjarmálaráðharri, frá, at ætlanin er at leggja 13 oyru oman á hvønn litur av bensini, diesel og tungolju. Hesar avgjaldshækkingar, saman við 300 krónum oman á vegskattin, skuldi til fyri at fíggja samferðslupakkan hjá landsstýrinum.

 

Uppskotið hevur verið til fyrstu viðgerð og liggur í fíggjarnevndini, sum hevur fingið longda freist at koma við áliti.

 

Eftir russisku innrásina í Ukraina er oljuprísuri farin til himmals. Og tað merkir, at føroyingar nú gjalda nógv meira fyri brennievni, enn teir gjørdu 10. desember.

 

Tí rokna vit munin á mvg inntøkuni hjá landskassanum í dag í mun til 10. desember, so er ein munur upp á 67 oyru fyri liturin av bensini. Tað merkir, at landskassin nú fær 5,2 ferðir tey 13 oyruni, sum landsstýrið ætlar at leggja oman á bensinprísin.

 

##med2##

 

Og fyri diesel fær landskassin 72 oyru meira í mvg fyri hvønn litur í dag, enn hann fekk 10. desember. Tað merkir, at landskassin fær 5,5 ferðir 13 oyru meira inn fyri hvønn litur av bensini í dag, enn hann fekk 10. desember.

 

Soleiðis er skjótt at staðfesta, at landskassin als ikki hevur brúk fyri teimum 13 oyrunum, sum landsstýrið ætlar at leggja oman á hvønn litur. Men fer Løgtingið kortini at hækka hvønn litur av bensini og diesel við 13 oyrum, so merkir tað, at landskassin fær 80 oyru meira í mvg fyri hvønn litur av bensini og 85 oyru meira fyri hvønn litur av diesel, enn hann fekk 10. desember í 2021.