Lands- ella Kommunalpolitikkur

Hvussu ofta hoyra vit ikki frá løgtingsins røðarapalli, at hesin spurningurin er so trupul at loysa,og at fyrst mugu vit fáa eitt greiðari býti millum land og kommunu ?

Lisbeth L. Petersen
løgtingslimur

Ikki er ov nógv sagt, at tað tykist vorðið hent umbering og lættur máti at sleppa undan at taka truplar spurningar upp til viðgerðar, tá á stendur !

Slíkir spurningar eiga ikki at vera hangandi í leysari luft, men at takast upp, so semjur kunnu finnast, og har løtan ikki er búgvin, eiga fyribils og ávegis loysnir at gerast við greiðum endamáli, at avgerð skal fáast innan ávíst tíðarskeið

Føroyskur politikkur
Tá vit í fjølmiðlunum kunnu síggja uppskot í álvara um at stovna t.d. ein Suðuroyaflokk, ella kanska eina útjaðarasamgongu, so eru hesi uppskot dømi um lokalan poltikk í einum lítlum landi, og als ikki landspolitikk.

Hvar eru hugsjónirnar um eina tjóð, sum vil standa á egnum beinum, antin tað so er sum fullveldi ella sum sjálvstýrandi tjóð í einum størri felagsskapi ? hvar eru ideologisku floksáskoðanirnar ?

Grønland eitt valdømi.
Á ferð í politiskum ørindum í Grønlandi í summar, har vit føroysku umboðini hittu onnur umboð úr Útnorði, fekk eg høvi at tosa við bæði royndan mannligan politikara í Grønlandi umframt fleiri og eisini væl yngri kvinnuligar politikarar úr ymiskum flokkum, og øll vóru samd um, at royndirnar við einum valdømi í Grønlandi eru væleydnaðar.

Tá eg førdi fram, at striltið gekk herheima, um tað so var bert at tosa um Føroyar sum eitt valdømi, so vóru tey afturímóti samd um, at nú bar til at føra landspolitikk og ikki kommunalpolitikk í grønlendska landstinginum.

Søgurnar í Føroyum um at helst fóru broytingar at koma í Grønlandi, tí royndin var miseydnað, var ikki sonn, søgdu tey. Onkur politikari hevði hesa áskoðan, men teir vóru fáir í tali, og har vóru ongar ætlanir um broytingar.

Ber til at samanbera?
Væl ber til at samanbera fráleika frá oyggj til oyggj í Føroyum, hyggið bert at kortinum. Samanber so við støddina á Grønlandi ! Tað sigur alt !

Í Grønlandi hava tey eitt valdømi. Í Føroyum hava vit sjey !

Herheima hjá okkum ber til hjá øllum tinglimum at møta á tingfundi ein dag, fara heim at sova, og so møta á fundi aftur dagin eftir, tá vit ikki taka suðuroynna við, tí har er frástøðan og ferðamøguleikarnir skerdir. Tinglimir fáa endurgoldið fíggjarligan miss við ferðing, so tað skuldi ikki verið nøkur stór forðing. Løn fáa teir hvønn dag umframt pensjón, tá tann tíðin kemur.

Hvør er lokalur ?
Eg tori at siga, at alt ov nógvur lokalpolitikkur er í løgtingsarbeiðnum; samstundis veit eg, at at nú verði eg sjálv skírd at vera lokal, men skal tú ikki sleppa at verja títt øki, tá hetta øki verður
kritiserað fyri at hava alt og haraftrat at taka restina frá hinum, so ber onki til.

Vit skulu sum landspolitikarar øll arbeiða fyri okkara landi og fólki, sum her býr.

Kommunalpolitikarar skulu verja og menna kommunala økið og føra kommunalpolitikk

Og tá nú stundar til Ólavsøku, so kann eg ikki lata vera við at gleðast og eri ikki sørt errin av okkara øki við bæði tess dygdum og lastum, og vil sum havnarfólk bjóða tykkum øllum vælkomin til okkara deiligu Havn !

Góða Òlavsøku.