Landsdystirnir hoyrast á Rás2

Eins og leygardagurin var tað, verður mikudagurin fótbóltsdagur burturav á Rás2. Fyrrapartin verður drúgv upptaktssending til teir báðar landsdystirnar, sum eru á skránni, og Frásøgumenninir standa sjálvandi til reiðar, tá dysturin hjá U21-landsliðnum móti Letlandi verður sparkaður ígongd klokkan 13. Eftir hetta snýr tað seg um A-landsliðið, og eisini frá Svangaskarði verður beinleiðis frásøgn av tí, sum fyriferst kring vøllin.