Hondbóltur
Í annaðkvøldið verða fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini leiktar. Hjá monnunum hittast H71 og Kyndil í aðrari, meðan StÍF og VÍF hittast í hinari hálvfinaluni. Øll fýra liðini hava havt leikarar við landsliðnum í Rumenia, og øll hava leikarar, ið venda meira ella minni skaddir heimaftur.
StÍF og VÍF missa lyklaleikarar
Størsti missurin er óivað hjá strandingum og vestmenningum. Stóri málskjúttin hjá StÍF, Sveinur Justinussen, breyt sær hondina í Rumenia, sum nevnt aðrastaðnis á síðuni, og hann verður ikki klárur aftur fyrr enn miðskeiðis í februar.
Málverjin hjá VÍF og føroyska landsliðnum, Eli Müller, hevur eisini skaða at dragast, og tá ið vit tosaðu við føroysku landsliðsleguna sunnukvøldið, søgdu teir, at tað í mesta lagi var 10 prosents møguleiki fyri, at Eli var førur fyri at leika mikukvøldið.
Hjá Kyndli hava báðir landsliðsleikararnir, Hans Áki Dal-Christiansen og Janus Einar Sørensen, trupulleikar at dragast við. Hans Áki var ikki við í dystunum ímóti rumenum, tí at hann hevði trupulleikar við øksluni, og ógvuliga ivasamt er, um hann verður tøkur til dystin mikukvøldið. Janus Einar hevði onkran smávegis snudd undan landsdystunum báðum, og úr Rumenia frætta vit, at hann fekk av álvara roynt sína styrki. Janus Einar fekk so nógvar stoytir frá rumenum, at nú hann vendir heim aftur, er mest álíkur einum ælaboga, so nógv blá, grøn og gul merkir hevur hann. Tó tykist tað ikki verða nakar ivi um, at sterki strikuspælarin hjá oddaliðnum verður klárur til dystin í annaðkvøld.
Hoyvíkingar høvdu Halgir Dahl-Olesen, Heina Bentsen og Levi Nybo við á landsliðnum, og nú teir koma aftur, hevur Heini Bentsen ein snudd at dragast við. Í eina landsdystinum fekk Heini eitt trælær, men helst er tað ikki meiri álvarsamt enn at hann er við ímóti Kyndli.