Landsdystur í Klaksvík í kvøld

Fyri fyrstu ferð í nógv ár skal føroyska kvinnuliðið í kvøld royna seg á heimavølli, tá ið tær taka dystin upp við írsku kvinnurnar í Klaksvík.

Klaksvíkingar hava í nógv ár verið einaráðandi í føroyskum kvinnufótbólti, og tí er tað ikki meiri enn náttúrligt, at landsdysturin millum Føroyar og Írland í kvøld verður leiktur á vøllinum í Klaksvík, tá ið nú írar hava góðtikið at leika á graslíki.

Ein trupul uppgáva
Føroyska landsliðið savnaðist mánadagin fyri at fyrireika seg til dystin í kvøld, og liðið hevur eisini havt fleiri aðrar savningar í farnu viku, soleiðis at tær kundu fyrireika seg sum best møguligt til torføru uppgávuna í Klaksvík.
Landsliðsvenjarin, Álvur Hansen, sigur, at tað verður ein torfør uppgáva hjá føroyska liðnum í kvøld. ? Vit hava spælt ímóti teimum tvær ferðir áður og tapt báðar dystirnar. Hetta eru nøkur ár síðani, men meðan vit næstan ongar royndir hava fingið síðani tá, hevur írska landsliðið øll árini tikið lut í ymiskum undankappingum og harvið fingið sær týðandi altjóða royndir, sigur Álvur Hansen.
Írska landsliðið kom til Føroyar sunnudagin, og tær vandu fyrstu ferð á graslíkinum í Klaksvík fyrrapartin mánadagin. Dysturin á Djúpumýru í Klaksvík verður í kvøld klokkan 17.30, og tað verður vágbingurin Páll Augustinussen, ið skal døma.
Tvær broyingar eru gjørdar í føroyska hópinum til dystin. Ása Dam á Neystabø og Unn Kragesteen eru koyrdar úr hópinum, tí valdu at venja hondbólt heldur enn fótbólt, og ístaðin fyri tær eru komnar Silja á Borg Færø og Ása Christiansen.