Landsfundur Sjálvstýrisfloksins fegnast um arbeiðið hjá tingbólkinum. Sjálvstýrisflokkurin er sjónligari og miðvísur í tingstarvinum – hetta fer at geva úrslit á løgtingsvalinum komandi, ið ikki man vera so langt burturi.
Landsfundurin átalar, at ongar veruligar raðfestingar ella bygnaðarbroytingar verða framdar, men at tað bert verður nartlað smávegis burturav frá gomlum, sjúkum og fólki undir útbúgving.
Sjálvstýrisflokkurin hevði lagt dent á, at fyrisitingin skal fremja politisku valini – ikki trumfa tey. Flokkurin metir, at nógvar milliónir kunnu finnast í rationaliseringum av almenna bygnaðinum, um vit taka støði í, hvat er tøkt av tilfeingi og hvat vit kunnu fáa fyri peningin.
Landsfundurin harmast, at ongin politikkur er viðvíkjandi høvuðsvinnuni, ið bert áhaldandi minkar. At nærum 1.600 fólk færri eru í høvuðsvinnuni er talandi dømi. Trupulleikin er eisini, at sjófólk, hóast tey gjalda tað sama inn, ikki fáa javnbjóðis útgoldið úr arbeiðsmarknaðargrunnum og almennu trygdini
Landsfundurin harmast, at vit í staðin hava at kalla stjórnarloysi í landinum, og ongar veruligar samráðingar eru um politisk tiltøk. Fíggjarlógaruppskotið er einans teknisk framskriving, tí allar ábøtur í krevja inntriv mangla bæði staðfesta semju og framløgd uppskot.
Landsfundurin vil, at miðvíst verður farið undir at leggja stovnar kring landið, men at hetta ikki bert verður uppá kvamsvís. Kannast má, hvørjir stovnar best kunnu samstarva, starvsfólkið má hoyrast, og krøv um trygd og dygd til frama fyri borgaran mugu setast í hásæti. Vit mugu stovna deplar kring landið, har miðspjaddir almennir stovnar kunnu samstarva í góðum skrivstovuumhvørvi til frama fyri bæði starvsfólk og borgarar.
Dentur eigur at verða lagdur á tað mentunarliga kervið
Landsfundurin krevur, at langtíðarraðfesting verður gjørd fyri allar samferðsluíløgur.
Landsfundurin tekur undir við, at Vága Floghavn verður útbygd og vøllurin longdur til 1.799 m.
Landsfundurin mælir til, at farið verður undir at minka vakstrarhúsútlát og dálking og í staðin menna umhvørvisvinarligar reinar orkukeldur, so sum biogas, vind, vatn, vetni, sól, jarðhita, aldu- og sjóvarfalsorku. Fyrimunir verða veittir húsarhaldum, ið taka fyrilit fyri varandi orku. Slíkar íløgur – bæði hjá tí almenna og hjá privatum stuðlað av landinum – høvdu bæði gjørt okkum óheftari av olju og sett gongd á byggi-og tænastuvinnurnar.
Jan Joensen
landsnevndarformaður