Landskappingin er óáhugaverd

Tað sigur Bartal Eliasen, sum saman við restina av hinum spælarunum á ÍF liðnum hava verið í Íslandi á venjingarlegu, og vunnið á báðum oddaliðnum í íslendskum kappingini

Í eini roynd at fyrireika seg til steypafinaluna í næstum hevur mansliðið hjá ÍF verið í Íslandi og spælt tveir dystir. Mótstøðan í føroysku kappingini er lítil og hartil eru bara fýra lið í deildini.

Tað er ikki av tilvild, at ÍF er greitt oddalið í føroysku landskappingini, tí teir eru eisini betri enn oddaliðini í íslandsku kappingini, um hugt verður eftir úrslitinum í venjingardystunum um vikuskiftið.

ÍF vann á bæði Stjørnuni og HK, sum eru tvey tey fremstu liðini í íslendsku landskappingini.

- Vit eru farin til Íslands at fyrireika okkum til steypafinalurnar, sigur Bartal Eliasen, sum er av mest týðandi spælarunum á ÍF liðnum.

Í føroysku landskappingini er lítil spenningur og ÍF hevur vunnið allar dystirnar í hesum kappingarárinum. Teir hava bara tapt trý sett. Tí var gott við sterkari og øðrvísi mótstøðu.

- Tað eru bara fýra lið í bestu deildini og vit spæla móti teimum seks ferðir. Allir spælararnir kenna hvønn annan út og inn. Føroyska landskappingin er lítið áhugaverd fyri okkum, sigur Bartal Eliasen.

ÍF skal spæla steypafinalu í næstum, og nú vilja teir tryggja sær, at allir spælarar eru klárir hóast landskappingini ikki er so spennandi.

- Havi ikki svarið

Spurdur um hvat kann gerast fyri at gera kappingina meiri spennandi, hevur Bartal einki beinleiðis svar.

- Eg havi ikki svarið. Mansflogbóltur hevur verið á veg niður í eina tíð, so tað má okkurt henda.
Tað má varpast meiri ljós á ítróttin, sigur Bartal Eliasen, sum vit eisini kenna frá fótbóltinum.

- Tað er eisini ein trupulleiki, at kappingarárið hjá fótbóltinum er blivið so langt, at tað yvirlappar flogbóltin. Tað er óheppið, sigur Bartal víðari.
Hann vísur á, at fótbóltskappingarárið í ár gongur heilt frá tíðliga í mars til oktobur.

- Ítróttarsambondini kundu sett seg niður og tosað um hvussu hetta kann skipast, so tær lítlu ítróttargreinarnar ikki detta niður í millum, sigur Bartal Eliasen.
Hann vísur á TB, sum gjørdi eina roynd í fjør, men mátti taka liðið úr kappingini tá fótbólturin byrjaði aftur.

Hann er somuleiðis vónbrotin av landsliðsúttøkuni. Umframt at Bartal sjálvur ikki er úttikin, so eru bara tríggir spælarar frá ÍF á liðnum. Tað er ikki fallið í góða jørð hjá teimum reyðu úr Fuglafirði.

- Tað undar okkum, at tað bara eru tríggir spælarar frá ÍF, meðan onnur lið hava fleiri spælarar á landsliðnum enn vit, sigur Bartal Eliasen, sum hevði sett nøsina upp í móti Oyggjaleikunum á Bermunda í summar.

ÍF hevur 21 stig á fyrsta plássi, meðan SÍ er nærmasti kappingarneyti við 12 stigum.

Flogbóltsúrslit:

Eik ligan kvinnur:
Dráttur - Fleyr (0-3 13-25 10-25 21-25)
KÍF – Mjølnir (0-3 16-25 16-25 16-25)
TB - Ternan (3-1 25-16 22-25 25-21 25-23)