Innkoyring til Havnar
Tað er óhugsandi, at landskassin fer at rinda fyri ein tunnil undir Villingadali.
Tað sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.
Landið fer sostatt ikki at ganga ynskinum frá Tòrshavnar Býráð á møti um at leggja ein part av Ytra Ringvegnum í Havnina í ein tunnil.
Í samandi við ferðsluna, sum kann væntast at verða til og úr Havnini, er ætlanin, at landið og Tórshavnar Kommuna í felag skulu gera ein nýggjan innkoyringarveg og Ringveg omanfyri Havnina.
Men nú hevur meirilutin í Tórshavnar Býráð samtykt, at tað tekur ikki undir við, at Ytri Ringvegur verður gjørdur soleiðis, sum ætlanin hevur verið , tí hann fer at leggja nógv lendi undir asfalt.
Nógv dýrari enn vegur
Hesin teinurin er ein partur av tí, sum Landið skal gera og Tórshavnar Býráð heldur at besta loysnin er at gera tunnil undir Villingadali.
Ì øðrum lagi vil Býráðið hava vegin lagdan omanfyri Húsareyn.
Men er Bjarni Djurholm, landsstýrismaður ikki sinnaður til.
Eg havi boðað borgarstjóranum í Havn frá, at tað er óhugsandi, at landið fer at gera tunnil undir Villingadali, tí tað er so dýrt, sigur hann.
Í løgtinginums segði hann einaferð, hetta málið var til viðgerðar, at hvør metur av tunli kostar upp til tríggjar ferðir so nógv sum hvør metur av vegi.
Ein tunnil skal tí vera munandi styttri enn ein vegur, áðrenn hetta verður ein bíligari loysn.
Hann sigur annars, at drúgvar samráðingar hava verið við seinasta og næstseinasta býráð um málið og báðir partar halda, at loysnin, sum er funnin, er tann besta, tá ið hugsa verður um nyttuna av vegnum, estetikkin og kostnaðin.
Eftir hesi loysnini, kunnu eisini tey, sum ikki skulu heilt inn í býin, fara av vegnum miðskeiðis á vegastrekkinum, og fólk frá býlingunum í Hoyvík og teimum komandi býlingunum í Hoyvíkshaganum, kunnu gera nyttu av innkomuvegnum við tað, at tey eisini sleppa inn á vegin.
Somuleiðis kostar tað 2-3 ferðir meiri at reka og at røkja ein veg enn ein tunnil.
Og verður hugsað um trivnað, er vegurin ein stórur fyrimunur fyri tann ferðandi, tó at hann kann vera ein ampi hjá fólki, sum býr ov nær.
Hinvegin gevur ein vegur eisini atgongd til náttúruna.
Samstundis eru vit samd við býráðið um, at vegurin skuldi leggjast so, at hann var til so lítlan bága sum gjørligt, sigur Bjarni Djurholm.
Lítið skilagott
Bjarni Djurholm staðfestir eisini, at tað er lítið skilagott at leggja vegin upp um Húsareyn, tí so liggur hann so høgt uppi at tað er ivasamt um hann er til nakra nyttu.
Annars sigur Bjarni Djurholm, at hann hevur onki hoyrt frá Tórshavnar Býráði.
Vit høvdu fund um málið í november og tá avtalaðu vit at hittast aftur á jólum og ikki at taka nøkur politisk stig, fyrrenn vit høvdu havt fund aftur.