Í januar mánaði í ár fekk landskassin tilsamans 7,4 milliónir minni inn í skatti enn hann fekk í januar í fjør.
Tað er úrslitið av tí fyrsta mánaðinum við eini flatari skattaskipan, vísir ein uppgerð hjá TAKS.
Hinvegin vísur uppgerðin eisini, at verður bara tann vanligi lønarskatturin taldur við, fekk landskassin 18,6 milliónir minni inn í skatti í januar í ár enn í sama mánaði í fjør.
Tað er ein minking upp á 16,49%.
Men tað, sum partvís bjargar støðuni er, at landskassin fekk eisini 11,2 milliónir inn í skatti av inngjaldi til eftirlønir og sostat er úrslitið tilsamans, at inntøkan av skatti var 7,4 milliónir minni í januar í ár, samanborið við í fjør.
Tilsamans fekk landskassin 94,2 milliónir inn í skatti í januar í ár, men í sama mánaði í fjør var inntøkan 112,8 milliónir.