Pensjónir
Mangan verður tikið til, at tað loysir seg ikki at arbeiða. Yvirhøvur er lítil sannleiki í hesum. Men tað er ein samfelagsbólkur, har tað í hvussu so er loysir seg ómetaliga illa at arbeiða. Og tað er tann samfelagsbólkur, sum frammanundan fær minst, nevniliga pensjónistarnir.
?Tað er so galið, at rættir ein pensjonistur hond frá síðu fyri at tjena sær nøkur oyrur eyka, høggur landskassin niður á hann beinanvegin, tí so verður ein fittur partur av pensjónini tikin frá honum.
Hetta hava teir í egningarskúrðinum hjá útróðrarbátinum Herdis á Tvøroyri, sannað.
Har eru eisini onkir pensjonistar farnir at egna fyri at stytta sær stundir og samstundis fyri at forvinna sær nøkur oyru afturat pensjónini. Men úrslitið, teir fáa burturúr er, at teir koma at betala nógv meiri skatt av pensjónini, enn teir plagdu og tí loysir tað seg so illa at arbeiða, at teir eru um at tveita frá sær.
?Og eitt skal vera púra vist, at rýma pensjónistarnir úr egningaskúrðunum kring landið, liggur hvør einasti línubátur beinanvegin, tí tað er svarta hopleyst at fáa egnarar og pensjónistar eru teir einastu, sum hava tímað at egnt, siga teir.
Tølini niðanfyri er eitt ítøkiligt dømi um, hvørjar avleiðingar tað fær fyri ein pensjónist, sum hevur heilsu ogt áræði til at bróta upp um armar og at tjena sær nøkur oyru- og samstundis rætta eina hjálpandi hond til útróðrarmenn, sum annars ikki fáa línuna egnda.
Talan er um ein pensjónist, sum er giftur og so tí fær lægstu pensjón. Konan arbeiðir ikki.
Í oktober, november og desember í fjør hevur hann egnt fyri tilsamans 13.200 krónur.
Men afturfyri hevur hann betalt yvir 1.600 krónur meiri í skatti av fólkapensjónini, enn hann plagdi at betala.
?Eg havi onki ímóti at betala skatt av tí, eg egni fyri. Men tað er eitt stórt vónbrot at skattur harafturat eisini skal dragast av pensjónini av tí at eg fái nøkur oyru framíhjá, sigur hann.
Hann sigur, at hann fær 3.313 krónur í fólkapensjón um mánaðin, umframt eina viðbót uppá 1.420 krónur, ella tilsamans 4.733 krónur í fólkapensjón.
Vanliga plagar hann at betala ímillum 300 og 400 krónur í skatti av pensjónini.
Harumframt fær hann 620 krónur um mánaðin úr samhaldsfasta og av tí hevur hann betalt 100 krónur í skatti.
Sostatt fær hann tilsamans 5.353 krónur í pensjónum um mánaðin og av tí betalir hann ímillum 400 og 500 krónur í skatti, so eftir eru ímillum 4.853 krónur og 4.953 krónur at liva fyri.
Triðingin av pensjónini í skatti
Nú fer hann so at egna. Fyrstu lønina fær hann 5. oktober og hon var uppá 2.500 krónur. Av tí betalti hann 188 krónur í skatti. 1.november fær hann 1.700 krónur í løn og betalir 310 krónur í skatti. 29. november fær hann 3.900 krónur í løn og betalir 924 krónur í skatti og beint fyri jól, 21. desember, fær hann 5.100 krónur í løn og betalti 1.507 krónur í skatti.
Men tá ið hann fær pensjónina, fekk hann ein hvøkk, tí tá ið hann fær pensjón 27. november, eru 807 krónur tiknar í skatti, ella meiri enn tvær ferðir so nógv sum vanligt.
Og tá ið hann so aftur fær pensjón 18. desember, eru 1.274 krónur tiknar av í skatti. Í desember varð sostatt næstan øll pensjónsviðbótin upp á 1.420 krónur tikin aftur í skatti.
Sama skilið var við samhaldsfasta. 30. november fekk hann tær vanligu 620 krónurnar, men hesuferð vórðu 167 krónur tiknar í skatti ístaðin fyri 100 krónur sum vanligt. Og tá ið hann aftur fekk samhaldsfasta útgoldnan 30 desember, vóru 296 drignar frá í skatti.
Hetta heldur pensjónisturin verða smáligt av landskassanum, soleiðis at revsa pensjónistar fyri at arbeiða.
?Umframt skattin av egningarlønini, havi eg eisini goldið næstan triðingin av desember pensjónini í skatti.
Hann sigur, at nú Landsstýrið hevur tikið pensjónsmálið upp, átti tað avgjørt verðið soleiðis, at pensjónirnar blivu skattafríar, sigur hann.
?Pensjónin er so lítil frammanundan, at tað gjørdi onki, um landskassin unti teimum pensjónistum, sum hava heilsuna til tað, at teir forvunnu nøkur oyru eyka, uttan at revsa teir afturfyri við at leggja eykaskatt av pensjónina.
? Tað er eisini ein uggi hjá nógvum pensjónistum, at teir kunnu sleppa út ímillum fólk eitt sindur, serliga tá talan er um eitt arbeiði, sum ongin annar tímir at gera, leggur hann afturat.