Teir hava ligið í dvala í næstan 20 ár. Men nú eru teir aftur vaktir til lívs og leygarkvøldið fara teir at aftur á pall.
Starlight er ein av teimum allarbest umtóktu tónleikabólkunum í Føroyum yvirhøvur og í eini 8-10 ár upp ígjøgnum áttatiárini, ferðaðust teir landið runt at spæla til dansk at kalla hvørt vikuskiftið.
Teir vóru so vælumtóktir, at í 1981 fingu teir heiðurin at vera valdur til ársins bólk í Føroyum.
Men síðani teir góvust í 1988, eru teir farnir í hvør sína ætt og síðani hevur ongin hoyrt nakað til teir.
Men leygarkvøldið trína teir aftur á pallin í VB-húsinum í Vági og tá fara teir aftur at spæla teir góðu gomlu landaplágurnar frá áttatiárunum eftir Billy Joel, Uriað Heep, John Lennon, Suzi Quatro, Smokie, Dire Straits, Status Quo og øðrum nøvnum, sum vóru frammi tá ið tíðini.
Hesi seinastu kvøldini hava teir vant fyri at fáa alt at sita, men tað hevur ikki verið sum at siga tað at hittast aftur, tí ein býr í Noregi og tveir búgva í Danmark, men teir eru nú allir komnir til Føroyar, bara til hetta høvi.
Tí er heldur ikki væntandi, at tað verða nógvir møguleikar sum hesin at uppliva teir aftur.
Hetta verður eitt einastandandi høvi hjá teimum tilkomnu at endur-uppliva ein av teimum bestu tónleikabólkunum í landinum minnast aftur á tónleikin, sum fekk tey upp á gólv fyri 20 árum síðani.
Teir, sum manna bólkin í Vági, eru teir, sum mannaðu bólkin tá á døgum, nevniliga Fimmbogi Lisberg, Johan Martin Jacobsen, Kári Lisberg, Sámal Samuelsen og Jákup Hansen. Men í Vági hava teir fingið Bjarna Lisberg at hjálpa sær.
- Tað verður spennandi at sleppa á pall aftur og vit mugu av sonnum siga, at vit gleða okkum til leygarkvøldið, sigur Sámal Samuelsen
Tað er Lions klubburin í Suðuroy, sum skipar fyri hesum stóra tiltaki og ágóðin fer allur til vælgerðandi endamál.