Landslæknin ávarar um korona: Fólk taka ikki sóttarhaldið í álvara

Tað er ein stórur trupulleiki, sigur hann

Tað eru ikki øll, ið taka at verða sett í sóttarhald í nóg stórum álvára. Og tað er ein stór avbjóðing í royndunum at avbyrgja corona smittuna í Føroyum. 

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, í eini fráboðan beint nú.

– Eg kann tíverri bara staðfesta í mínum arbeiði seinastu vikurnar, at tað eru fleiri, sum ikki fylgja tilráðingum um at verða at send í sóttarhald, og hvussu tey skulu bera seg at. Skulu vit avmarka korona smittuni í Føroyum, er avgerandi, at fólk taka allar tilráðingar í størsta álvara, sigur landslækni.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsummálum, heitir staðiliga á øll um at fylgja tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum.

– Tað verða brúktir stórir stavir – bæði í Føroyum og kring allan heim um, at vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum og taka neyðug atlit.

– Tað er týdningarmikið, at vit øll gera okkara og standa saman, so at vit tryggja, at so fá sum gjørligt verða smittað, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.