BRIDGE
Opna føroyska bridgelandsliðið, ið skal leika í NM kappingini í Føroyum í mai 2003, hevði sína fyrstu venjing í Bridgehúsinum í Havn um vikuskiftið. Á odda fyri liðnum er navnframi danin Svend Novrup, ið eisini var venjari hjá liðnum, ið luttók í EM 2002, sum varð leikt í Italiu. Teir, sum venjarin hevur at velja millum eru:
Bogi Simonsen - Rói á Rógvu Joensen
Jóannes Mouritsen - Heðin Mouritsen
Gunnar Mouritsen - Høgni Vesturklett
Dánjal Pauli Mohr - Per Kallsberg
Vikuskiftið eydnaðist sera væl, leygardagurin fór nærum allur við at tosa um taktikk og psygologi. Sunnudagin varð skipað fyri venjaingardysti móti øðrum sterkum føroyskum spælarum. Nógv lærurík og spennandi spøl komu fyri, og her er eitt, ið ein royndir bridgespælari eigur at klára. Tað gjørdi Per Kallsberg eisini uttan nakran trupulleika.
N/-9
109653
Qj4
J862
5AKQ76
KQ86A72
A10973K85
975104
J108432
J
62
AKQ3
SVNE
Dánjal P
MohrPer
Kallsberg
--pass1ut
2sp3hj*pass3ut
passpasspass
* = Lovar 4 lit í hjartara og noktar hald í spaðara.
Onkur lesari kann undrast á, at eystur ikki opnar við 1sp ístaðin fyri 1ut. Hetta er tí at hann ofta kann fáa trupulleikar við at melda aftur, eitt nú eftir at makkarin meldar 2kl.
Eftir at mótparturin hevur tikið fyri kleyvar ess, kong, frúgv og drong, var spælið sum ein opin bók fyri Per Kallsberg. Hann visti, at sunnan hevði minst 5 lit í spaðara, helst 6 lit av tí at kvaliteturin av litinum var so vánaligur, og at hann hevði 4 lit í kleyvara. Hann tók fyri sp ess, kong og frúgv og kastaði tveir rútarar av á borðinum. Norðan hevði nú ongan møguleika bæði at halda hjartaranum og rútaranum, og Per fekk soleiðis síni 9 stikk. Trupuleikin, ið ein meira óroyndur spælari hevur við hesum spælinum er, at hann oftast blendast av 5 litinum í rútara á borðinum. Hetta kann gera, at hann kastar ein rútara frá sínari hond, tá ið mótparturin tekur síni 4 kleyvara stikk.
Føroya Bjór Simultan
Árliga Føroya Bjór simultan kappingin verður leikt nú leygardagin. Kappingin verður spæld samstundis á hesum, og byrjað verður klokkan 14.00: Klaksvík, Lonini í Fuglafirði, Gamla skúla í Miðvági, Bridgehúsinum í Havn og Bridge- og Billiardhúsinum í Vági.
Føroya Bjór kappingin er uttan iva ein av teimum mest umtóktu hjá Føroya Bridgesambandi, vanliga er luttøkan stór. Spælt verður við løgdum kortum í minsta lagi 27 spøl. Luttøkugjaldið er 50 kr fyri hvønn. Tilmelding er á staðnum.
Steypakappingin
Nakrir dystir eru leiktir í steypakappingini, og vóru úrslitini hesi:
Jens Pauli G. Nolsøe vann móti Carl Mikkelsen við 95 ? 56.
Eyðun Anthoniussen vann móti Jórun Johannesen við 52 ? 128.
Per Kallsberg vann móti Jákup Hjaltalin við 82 ? 48.