Landsliðið royndi seg ímóti ungum all-star liði

Landsliðið hjá monnum fínpussaði fyrst og fremst skjótálopini ímóti úrvalsliðnum

A-landsliðið hjá monnum er í hesi vikuni savnað í Føroyum til venjing, og í dag skuldi hópurin royna seg í dysti ímóti einum úrvalsliðið úr Okkaradeildini. Liðið var rópt FM-All-Stars, og var mannað við 12 leikarum úr Okkaradeildini, sum ikki høvdu fingið landsliðsboð hesaferð.

Royndi landsliðsleikarin, Hjalti Mohr Jacobsen, skipaði úrvalsliðið, og var eisini sjálvur á vøllinum.

All-Star-liðið byrjaði við eldru ketuni, har bakkarnir vóru teir tríggir Kyndilsmenninir, Tummas Pauli Hanusarson, Anders Risdal og Hjalti Mohr Jacobsen. Á vinstra vongi var Sjúrður Olsen, ið spældi tveir landsdystir í fjør og á høgra vongi var Bogi Hansen frá U17-landsliðnum, ið vann European Open í summar. Rune Olsen var á strikuni og  Joakim Jürs byrjaði í málinum.

Landsliðið byrjaði við sterkastu ketuni, um mett verður eftir seinastu undankappingardystunum. Nicholas Satchwell var í málinum, og so var liðið soleiðis mannað úr vinstru: Rói Berg Hansen, Peter Krogh, Jónas G. Djurhuus, Kjartan Johansen, Nicklas Selvig og Rókur Akralíð á strikuni.

Úrvalsliðið gav fína mótstøðu, men hevði neyvan nakran møguleika ímóti einum samanspældum landsliðið.

Landsliðið legði dent á skjótálopsspælið, og hetta fór at rigga tíðliga í seinna hálvleiki, har málini komu skjótt.

Tað var ikki skift nógv út fyrsta korterið, har einasta útskiftingin var Helgi H. Hoydal fyri Rók Akralíð eina løtu.

Eftir 17 leiktum minuttum hoyrdust lógvabrestir úr høllini í Vestmanna, tá ið Filip Jojic varð skiftur inn fyri Peter Krogh, og stórskjúttin fekk beinanvegin ferð á málskjótingina.

Les eisini (trýst): Filip vónar at spæla fyri Føroyar

Hjá úrvalsliðnum varð eisini skift rættiliga nógv út eftir fyrsta korterið, og eina løtu vóru fýra  European Open vinnarar við U17-landsliðnum á vøllinum, tá ið Janus Dam, Pauli Mittún, Elias á Skipagøtu og Bogi Hansen vóru inni saman við 18 ára gomlu leikarunum Dánjali Ragnarssyni og Sakarisi Sakarissyni, meðan Mladen Mjerimacka var í mál.

Landsliðið var frammanfyri 20-11 í hálvleikinum, og kom ikki upp í somu ferðina í seinna hálvleiki. Meira og meira var skift út, og tað tók eina løtu at finna rútmuna. Tað kom kortini eitt sindur meira ferð á, og landsliðið kundi økja upp í endaligu støðuna, 38-24. Dysturin var sum vera man spældur uttan tað stóra stríði, leikarar fyrigóvu hvørjum øðrum eftir hvørja takkling og landsliðsleikararnir kundu eftir dystin takka teimum á úrvalsliðnum fyri at hava spælt dystin.

Allir leikarar sluppu at royna seg. Tórður Guttesen fekk fitt av tíð í málinum, meðan Tóraldur Kollsker eisini slapp at royna seg í løtum. KA-leikararnir, Áki Egilsnes og Allan Norðberg vóru ávikavast á høgra bakki og vongi, Leivur Mortensen kom inn á vinstra vong, Rógvi Dal Christiansen fekk tíð á strikuni og Pætur Mikkjalsson og Brandur Halgirsson fingu nakað av tíð í verjuni eisini.

Landsliðið fyrireikar seg til undan-undankapping til HM í januar.  Hópurin venur hvønn dag til at leikararnir fara aftur í feløgini sunnudagin.

Hesir mannaðu landsliðið í kvøld:

Nicholas Satchwell - Neistin

Tóraldur Kollsker - FIF (DK)

Tórður Guttesen - Kyndil

Rói Berg Hansen - FIF (DK)

Leivur Mortensen - H71

Filip Jojic - VÍF

Brandur Halgirsson - AJAX København (DK)

Jónas Gunnarsson Djurhuus - FIF (DK)

Áki Egilsnes - KA Akureyri (ÍS)

Kjartan Johansen - Viking Stavanger (NO)

Peter Krogh - H71

Allan Norðberg - KA Akureyri (ÍS)

Nicklas Selvig - KÍF

Helgi Hildarson Hoydal - Viking Stavanger (NO)

Rókur Akralíð - HEI (DK)

Rógvi Dal Cristiansen - Kyndil

Pætur Mikkjalsson - H71

Hesir mannaðu FM All Stars

Mladen Mjerimacka - VÍF
Joakim Jürs - KÍF
Sjúrður Olsen - VÍF
Janus Dam - H71
Anders Risdal - Kyndil
Elias á Skipagøtu - H71
Tummas Pauli Hanusarson - Kyndil
Pauli Mittún - H71
Rune Olsen - Neistin
Sakaris Sakarisson - H71
Hjalti Mohr Jakobsen - Kyndil
Dánjal Ragnarsson - Neistin
Bogi Hansen - H71