Fótbóltslandslið
Hóast veturin enn ikki er byrjaður av álvara, so hava landsliðsvenjararnir í fótbólti longu nú boðað frá, nær farast skal undir venjingarnar til komandi landsliðsárið.
Longu 18. januar verða fyrstu venjingarnar á skránni, tá landsliðið savnast á Toftum, og bara tvær vikur seinni verður Henrik Larsen aftur í Føroyum, tá landsliðið skal savnast í Havn. Tó at tað helst er ov tíðliga á árinum, til at nakrar veruliga bóltvenjingar kunnu gerast, og tó at veturin kanska fer at darva hesum, so plaga hesar venjingarnar at vera eitt gott høvi hjá landsliðsvenjarunum at staðfesta, hvussu ymsu leikararnir eru fyri eftir ein vetur, har tað er misjavnt, hvussu nógva venjing likamið fær.
Skráin er løgd
Fyribilsskráin hjá landsliðnum er eisini longu løgd, og í stóran mun líkist hendan sær sjálvari. Føstu punktini á hesari eru sjálvandi venjingarlegan sunnanfyri og dystirnir í EM-undankappingini, og her verður talan í ár um iki færri enn fimm dystir. Tvær ferðir verður tað Ísland, sum er mótstøðuliðið, meðan talan verður um ein dyst móti ávíkavist Týsklandi, Skotlandi og Litava.
Sum vit áður hava nevnt, so hevur fótbóltssambandið í Kasakstan sýnt stóran áhuga fyri at koma at koma til Føroya, og nú tykist alt vera komið í rættlag hesum viðvíkjandi. Í øllum førum standa tvinnir dystir millum Føroyar og Kasakstan á skránni, og verða hesir báðir leiktir í Føroyar. Fyrru ferðina verður flaggdagin, og longu tveir dagar seinni tørna londini aftur saman. Her er talan um eitt av teimum liðum, sum vit vanliga kappast við á styrkislistanum hjá FIFA. Har eru Føroyar í løtuni á 113. plássi, og Kasakstan er nummar 117, so á pappírinum átti talan her at verið um tveir javnar dystir, har leikarar okkara ivaleyst kunnu fáa eitt sindur av dystarvenjing og samspælið.
Nýggj andlit
Sum vant, so er hópurin til hesar fyrstu landsliðsvenjingarnar nakað størri, enn hann er, tá teljandi dystirnir eru á skránni. Nakað sum eisini gevur venjarunum rúmd fyri at síggja onkrar nýggjar leikarar, og hesum høvinum tykist Henrik Larsen at hava tikið av.
Hjá trimum leikarum verður talan soleiðis um fyrstu landsliðsvenjingarnar, sum teir nú skulu í holt við. Bárður Mortansson úr B36, Jann Ingi Petersen úr B68 og Rúni Elttør úr KÍ eru allir bidnir um at koma við, og meðan Jann Ingi er ein av leikarunum, sum hevur veir gjøgnum alla FSF-skipanina við U-landlsiðunum, er talan í hinum báðum førunum um toluliga óroyndar menn í so máta.
Hinvegin kundi eisini verið líkt til, at landsliðsvenjararnir við úttøkuni í øllum førum fyribils hava sæð burtur frá nøkrum leikarum, sum áður hava verið inni í landsliðsmyndini.
Teir báðir HB-leikararnir, Janus M. Joensen og Tór-Ingar Akselsen, vóru báðir við til somu venjingarnar í fjør ? har Janus annars fekk drúgvan skaða. Men teir eru so ikki millum tey 25 nøvnini hesaferð. Tað eru teir báðir suðuroyingarnir, Dan Mortensen og TB og Palli Augustinussen úr VB, heldur ikki. Heldur ikki hevur rúm verið fyri Arnbjørn Danielsen ella Klæmint Matras úr B36, og spurningurin er so, hvørt talan er um endalig farvæl tli leikarar, ella um talan bert um fyribils steðg í so máta.
Fyri teir flestu av nevndu leikarunum er tó galdandi, at teir enn hava síni bestu fótbóltsár framman fyri sær, og tískil væl kunnu hugsast at verða slúsaðir inn í aftur í hópin einaferð seinni. Hjá Arnbjørn Danielsen sær hinvegin kanska eitt sindur øðrvísi úr. Sum 29 ára gamal skuldi hann júst nú verið í hæddini sum fótbóltsleikari, men rúm hevur so ikki veirð fyri honum hesaferð.
Akkurát, hvussu endaligur heisni 25 manna hópurin er, ber illa til at staðfesta enn. Skaðar og aðrar forðingar kunnu væl hugsast at gera sína ávirkan, so teir, sum í fyrsta umfari eru sáldaðir frá, skulu kanska halda seg klárar, soleiðis at teir eru til reiðar, um boð brádliga skuldu verið eftir teimum.
Teir 25, sum nú hava fingið boð um at koma til venjingar eru annars hesir: Hans Fróði Hansen, Fróði Benjaminsen, Jann Ingi Petersen, B68, Jens Martin Knudsen, Pól Thorsteinsson, Sjúrður Jacobsen, Helgi L. Petersen, NSÍ, Sámal Joensen, Súni Olsen, GÍ, Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum, Jóhannis Joensen, Rógvi Jacobsen, HB, Óli Johannesen, TB, John Petersen, Jákup á Borg, Jens Kristian Hansen, Julian Johnsson, Bárður Mortansson, B36, Hjalgrím Elttør, Ove Nysted, Meinhardt Joensen, Atli Danielsen, Rúni Elttør, Heðin á Lakjuni, KÍ