Fótbóltsspælarar úr nógvum feløgum halda, at hann er besti venjarin í føroyskum fótbólti, og í kvøld hevur hann møguleika bæði sum spælari og venjari at seta eitt minnismerki í altjóða søguni hjá føroyskum liðfótbólti.
Tað er Tomislav Sivic, spælandi venjaran hjá B36, sum vit tosa um. Hann og hinir spælararnir hjá B36 fara í kvøld á vøllin í Gundadali, til seinna hálvleik av fjúrtan daga langa stríðnum móti turkisku høvuðsstaðarbúgvunum, ið vunnu 1-0 á heimavølli.
Tomislav undirstrikar, at tað er serliga í sovornum førum, at fyrimunurin av heimavøllinum skal kennast, og tí vónar hann, at undirtøkan frá áskoðarunum, bæði í tali og hvat rópum viðvíkur, verður stór.
Væl betri fyri
Tað er einki loyndarmál, at B36 venjarin undan fyrra dystinum evnaði sera væl at undirspæla leiklutin hjá sær og sínum monnum, tá turkiska pressan vildi hava hann at siga, hvussu vánirnar vóru hjá B36. Tá vísti hann á, at meðan mótstøðumenninir vóru fulltíðar yrkisspælarar, so vóru hansara menn arbeiðsmenn, lærlingar, lesandi og so víðari, og turkiska pressan beit á. Í fjølmiðlunum vóru skemtimyndir av gestunum, og viðhaldsfólkini fingu meiri og minni beinleiðis at vita, at her fór talan meiri at vera um sirkus enn um veruligan fótbóltsdyst.
B36 stóð seg væl, turkiska fótbóltsfelagið fekk nógv at hugsa um, og tá Tomislav í gjár hitti turkisku pressuumboðini, sum eru í Føroyum, var tað størri álvari yvir fólksins umboðsmonnum:
Eg segði teimum, at nú fór dysturin bara at verða avgjørdur á vøllinum, og at har ivaðist eg ikki í, at vit fóru at vera betra liðið og harvið at vinna samantalt.
Hví heldur tú tað?
Móstøðumenninir fara ikki at undirmeta okkum, men umstøðurnar hjá okkum at spæla vera nógv betri. Eitt er, at hitastigini vera væl lægri enn tey 30, sum vit spældu í har niðri, og at umstøðurnar annars verða meiri kendar. Eitt annað og sera týdningarmikið er, at spælararnir hjá okkum verða nógv betri fyri. Tann dagin, sum vit spældu har niðri, fingu vit nakrar tímar frammanundan vitjan av umboðum fyri felagið, og tá vit fóru á vøllin, vóru seks av spælarunum hjá okkum sjúkir í búkinum, og seinni um kvøldið gjørdust allir hinir sjúkur. Hesa ferð eru vit allir væl fyri. Turkararnir hava kokkar við á Hotel Hafnia, so møguleikin hjá teimum at fáa mateitran í Føroyum eru lítlir, men eg má ásanna, at fyri mær tóktist tað eitt sindur undarligt, sum tað gekk fyri seg har niðri.
Álitini
Undan fráferðini til Turkalands segði Tomislav Sivic við Ítróttarsosialin, at hann hevði álit á, at landsliðsmenninir skuldu bera liðið fram:
Og tað gjørdu teir. Vit fingu beinanvegin eitt mál ímóti okkum, men vit megnaðu at halda høvdið kalt, og tað var ikki minst royndu landsliðsmonnunum fyri at takka. Liðið hjá B36 verður, sum tað var fyrru ferðina: Egin Høgnesen Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen Bjarni Prior, Jan Guttesen, Tomislav Sivic, Ninoslav Milenkovic, Øssur Hansen Jákup á Borg, John Petersen.
B36 skal skora eitt og helst tvey mál, og samstundis skulu teir syrgja fyri, at mótstøðumenninir ikki fáa mál. Fær Ankaragücü eitt mál, so skal B36 skora tríggjar ferðir fyri at koma víðari í kappingini:
Takið verður at fáa javnvág í. Ynskið hjá okkum er at skora eitt mál fyrrapartin av 1. hálvleiki, men vit muga ansa væl eftir, at teir ikki fáa møguleikan at gera mál. Tað vil siga, at vit skulu bæði vera tolnir og framrættaðir, og tað er ikki so lætt. Men vit hava spælarar við nógvum royndum, og tað eru ikki minst teir, sum skulu bera okkum fram, sigur venjarin, sum samstundis undirstrikar, at teir báðir tríggir føroysku spælararnir, sum ikki hava verið á landsliðnum, eru sera týdningarmiklir. Tá hugsar hann um Egin Høgnesen, Bjarna Prior og ikki minst Jan Guttesen:
Jan avrikar hvørja ferð eina stóra rúgvu á miðvøllinum. Avrikið hjá honum verður ikki altíð so høgt skattað av øllum, men vit, sum hava við liðið at gera, vita, at Jan Guttesen er framúr týdningarmikil. Hann er liðspælari í odd og egg, og tað er liðavrikið, sum í kvøld skal bera okkum víðari í altjóða kappingini, sigur B36 venjarin, Tomislav Sivic.