Vit hava sjáldan havt so góðar spælarar á landsliðnum sum nú, og teir mugu tola, at tað er trýst á teimum, at fólk forvænta, at teir avrika væl. Hetta heldur fyrrverandi landsliðsspælarin, og núverandi høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Jákup á Borg aftaná 1-1 javnleikin ímóti Malta á útivølli ígjár í Nations League kappingini.
Jákup á Borg heldur, at Føroyar á heimavølli ímóti Kosovo og í størsta partinum í heimadystinum ímóti Malta vísti seg frá sínari bestu síðu, men avrikini á útivølli vóru rættiliga vánaligt, og tí var tað samlað ikki nakað at reypa av.
- Summi ting riggaðu ikki ímóti Malta, men eg haldi tó, at menn royndu at stríðast, sigur Jákup á Borg.
Nú vónar Jákup eitt spennandi EM-lutakast har Ongland kemur upp úr hattinum, so vit fáa dystir ímóti teimum á fyrsta sinni í einari undankapping.