Føroyska fótbóltslandsliðið lendi fyri løtu síðani í Porto í Portugal.
Hósdagin skal liðið møta portugisiska landsliðnum.
Lagið er gott á føroysku spælarunum, sum gleða seg og síggja positivt upp á uppgávuna ímóti Ronaldo og hinum á portugisiska liðinum – hóast 6-0 tapið í Føroyum.
Veðrið er gott, tað eru um 20 stig. Hóast flogvøllurin í Porto hevur verið stongdur seinastu dagarnar av verkfalli, so var opið fyri føroyska flogfarinum, ið sum einsamalla flogfarið lendi har í morgun.