Landsliðsfótbóltur á FM1 frá klokkan 17

Reportarnir hjá FM1 vera staddir á Tórsvølli frá klokkan 17

Í kvøld klokkan 19.45 byrjar HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Danmark.

 

Frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge, ið altíð sigur frá landsdystum hjá Føroyum verður sum vant á staðnum og varpar dystin beinleiðis út.

 

Upptaktssendingin hjá FM1 byrjar klokkan 17. Reportarnir hjá FM1, Tróndur Arge og Petur Asbjørn Lervig vera staddir á Tórsvølli. Petur Asbjørn fer eisini at vitja Skansan.

 

Aftaná landsdystin verður "Triði Hálvleikur" á FM1 við samrøðum við landsliðsspælarar.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo