Landsliðsliðskiparin brendi avgerandi brotskast í seinasta sekundinum

Keypmannahavn tapti eisini seinnu hálvfinaluna fyri Esbjerg

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Keypmannahavn rukku ikki finalunum um danska meistaraheitið.

 

Keypmannahavn tapti seinnapartin seinnu hálvfinaluna fyri Esbjerg við minsta marginali. Við støðuna 37-36 til Esbjerg við fimm sekundum eftir á klokkuni í høllini í Frederiksberg fekk Keypmannahavn tillutað brotskast. Pernille tók ábyrgd, men ólukkutíð bjargaði Anna Kristensen royndini hjá Pernille, og so kundu tær hjá verandi meistaraliðnum stórfegnast um at hava rokkið finaluni um meistaraheitið.

 

Esbjerg vann fyrru hálvfinaluna á heimavølli 34-27 (15-16). Sostatt gjørdist talan um ein samlaðan 2-0 hálvfinalusigur til Esbjerg. 

 

Pernille skoraði í dag trý mál upp á fýra málroyndir, og hon vann liðnum hjá sær eitt brotskast. Men hon valdi løtuna illa at brenna ta einu málroyndina hon brendi í dag.