Allan Dybczak og HB skrivaðu fyri stuttum undir sáttmála, sum ber við sær, at Allan trý tey næstu árini fer at venja kvinnuliðið hjá HB, sum í farna kappingarári vann steypakappingina og í landskappingini endaði á triðja plássi.
Í HB eru tey av álvara farin undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.
Áður hevur hon spælt við EB/Streymi, sum hon var við til at vinna tvey FM heiti við, og í 2024 spældi hon við Víkingi. Í kvøld veit HB at siga, at Lea Lisberg nú fer at spæla við HB. Sambært FaroeSoccer hevur hon spælt 20 landsdystir og skorað eitt mál.
HB skrivar soleiðis:
Sum smágenta gekk Lea Símunardóttir Lisberg í HB-klæðum og sang HB-sangir. Og komandi kappingarár fer 23-ára gamla Lea aftur í HB-klæðini. Hesa ferð sum spælari, og ikki bara sum fjeppari.
– Kona pápa mín er HBari, so sum smágenta gekk eg í HB-klæðum, meðan eg rann runt og sang HB-sangir. Tí følist tað ikki heilt nýtt fyri meg.
Lea spældi øll síni ungdómsár við EB/Streymi. Sum bert 15-ára gomul spældi hon á fyrsta sinni í fremstu deildini fyri felagsliðið EBS/Skála, har hon var við til at vinna greipuna í bæði 2017 og 2018. Í 2024 spældi hon við Víkingi, men komandi kappingarár fer hon so í aftur í reyða og svarta búnan, sum hon plagdi at ganga í sum fjeppari.
– Eg havi leingi hugsað, at tað kundi verið spennandi at spælt við HB, og nú tá eg gangi í skúla í Havn og eri nógv her, so bleiv avgerðin lættari at taka. Felagsskapurin og karmarnir eru góðir, og eg kenni fleiri av spælarunum. So at eg nú havi valt at spæla við HB, er heilt natúrligt, sigur Lea at enda.
Í landsliðshøpi hevur Lea spælt á øllum ungdómslandsliðum frá U15 til U19, umframt at hon eisini hevur 20 A-landsdystir í beinunum.
Lea kann spæla á nógvum ymiskum plássum á vøllinum. Hon kann spæla í verjuni, har hon eisini hevur spælt sínar flestu A-landsdystir, og hon kann spæla í álopinum. Nakað sum hon gjørdi í Víkingi í 2024, har hon skoraði 25 mál í 22 dystum.
Tað, sum eyðkennir Leu á vøllinum er, at hon er bæði kvik og sterk.
Vit bjóða Leu vælkomnari, og eru sera glað fyri, at hon hevur valt at spæla við okkum komandi kappingarár.
##med2##












