Landsrætturin: Maðurin svav ikki

Eystari Landsrættur staðfesti dómin móti manninum, sum gjørdi seg inn á sovandi gentu í Havn.

Eystari landsrættur hevur í dag viðgjørt málið móti einum manni í 20’unum, sum í Føroya rætti fekk fýra mánaðir fongsulsrevsing fyri at hava samlegu við sovandi gentu eina nátt í fjør summar.

 

Tað var eitt summarkvøld, at maðurin og tvær ungar kvinnur sótu í íbúðini og drukku saman. Seinni út á kvøldið fóru tey ein lítlan túr í býin, men vóru skjót heima aftur, tí fá fólk vóru í býnum.

 

Maðurin kendi ikki kvinnurnar frammanundan, men var júst fluttur inn í sama íbúðarhús, sum eina gentan. Hin gentan var og vitjaði vinkonuna.

Les eisini Sníkti seg til samlegu

 

Tá tað líður móti songartíð gremur vinkonan seg um, at songin hjá ungu kvinnuni er so lítil, so ákærdi bjóðar teimum at sova í sínari song. Hann leggur seg mitt í og tær á hvør sína síðu.

 

Brádliga vaknar gentan av, at hon følir okkurt í undirlívinum. Tá hon ressast eitt sindur við, merkir hon eina rørslu aftan fyri seg. Lítla løtu seinni merkir hon, at maðurin er uppi í sær og ger samlegurørslur. Tá reisir hon seg og spyr, hvat hann ger. Maðurin tveitir seg tá á búkin og lætst sova.

 

Maðurin noktar ikki fyri, at hetta kann vera hent, men sigur seg ikki minnast tað og ikki hava verið tilvitaður um gerðina, um so er. Hevur hann gjørt hetta, so hevur hann gjørt tað, meðan hann svevur, var verja hansara.

 

Ákærin vísti á, at tað skuldu hóast alt fleiri tilvitaðar gerðir til, fyri at gera seg inn á gentuna, millum annað mátti maðurin hála sínar egnu undirbuksur niður og hála hennara til síðuna.

 

Unga kvinnan var frá sær sjálvari um tað, sum var hent, serliga tí hon hevði sjeik. Hóast maðurin noktaði fyri, at hann hevði gjørt nakað, játtaði hann at skriva til drongin hjá kvinnuni og átaka sær alla skyld fyri tað, sum var hent. Hann skrivaði eisini, at kvinnan svav, meðan tað hendi. Í rættinum segði maðurin, at hann gjørdi hetta einans fyri friðs skyld, og tí hann vildi hjálpa kvinnuni.

 

Eystari Landsrættur kom at enda til somu niðurstøðu sum Føroya rættur: At maðurin hevði gjørt seg inn á kvinnuna, sum svav, og at hann ikki svav sjálvur.

 

Dómararnir í Eystara Landsrætti søgdu seg ongantíð hava verið í iva, um at maðurin var vakin. Teir hildu, at vitnisfrágreiðingarnar frá kvinnunum báðum vóru nágreiniligar og trúverdigar og tí staðfestu teir dómin hjá Føroya rætti.

 

Maðurin skal tí inn at sita í fýra mánaðir, umframt at hann skal rinda kvinnuni 20.000 krónur í endurgjaldi.