Landsrætturin tvífaldaði dómin

Ein ungur maður skal sita eitt ár í fongsli eftir at Eystari Landsrættur herdi dómin í morgun.

Ein 25 ára gamal maður var í morgun dømdur eitt ára fongsulsrevsing fyri harðskap og hóttanir.

 

Málið koyrdi í Føroya rætti í heyst, og tá varð maðurin revsaður við seks mánaðum í fongsli. Hann valdi tó at kæra málið til Eystara Landsrætt, sum viðgjørdi málið í dag.

 

Maðurin var ákærdur fyri harðskap í tveimum førum, harðskap móti løgreglufólkum og hóttanir móti løgreglufólkum.

 

Tað var í fjør heyst, at maðurin eitt kvøldið hevði skallað ein annan ungan mann. Ungi maðurin fekk eitt stórt sár yvir eygað og mátti á skaðastovuna at seyma tað aftur.

 

Tvær vikur seinni var aftur galið. Tá var maðurin ákærdur fyri at hava skumpað ein 16 ára gamlan drong og síðani hava sparkað hann í høvdið. Vitnið greiddu frá, at hann hevði sparkað hart og líknaði tað við, tá ein málmaður tekur málspark.

 

Tá hann so var handtikin fyri hetta, gjørdist hann í øðini, og bæði kallaði og hótti løgreglufólkini, sum vóru um seg, og spýtti eftir teimum. Hetta gjørdi hann bæði í miðbýnum, í løgreglubilinum á veg út á Landssjúkrahúsið, á Landssjúkrahúsinum og í bilinum á veg í varðhaldi í Klaksvík.

 

Hann hótti bæði løgreglumenn og familju teirra eftir lívinum og hótti eisini við at neyðtaka børn løgreglumannanna.

 

Ákærdi noktaði seg sekan í ákærunum um harðskap og metti seg heldur ikki hava verið so ógvusligan í hóttanunum. Í øllum førum meinti hann einki við tað, segði hann.

 

Málið var heldur sermerkt við tað, at tá málið kom fyri í rættinum, mintust hvørki av teimum órættaðu vitnunum í harðskapsmálunum, um tað var ákærdi, sum hevði framt harðskapin, hóast tey høvdu greitt løgregluni frá tí, bæði sama dag, hendingarnar fóru fram og tá løgreglan seinni avhoyrdi tey.

 

Ákæruvaldið styðjaði seg tí til aðrar vitnisfrágreiðingar og nevndu løgreglufrágreiðingar, men verjin vildi vera við, at hetta ikki vóru fullgóð prógv, og tí skuldi maðurin frídømast fyri ákærurnar um harðskap.

 

Ákæruvaldið vildi hava dómin staðfestan og kravdi revsingina herda, tí at ákæruvaldið síðani dómin varð vorðið varugt við, at ákærdi hevði eina reststraff hangandi frá fyrr. 223 dagar manglaðu í eini fongsulsrevsing, sum maðurin skuldi sita, og hann var royndarleyslatin seks vikur framman undan, at hann framdi fyrra harðskapin, sum hann nú var dømdur fyri.

 

Ákæruvaldið ynskti tí, at eystari landsrættur hækkaði dómin úr 6 mánaðum til 12 mánaðir. Eystari landsrættur var samdur í hesum, og tí varð maðurin dømdur 12 mánaða fongsulsrevsing.

 

Hann hevur sitið í varðhaldi, síðani hann var handtikin 30. oktobur í heyst.

 

Maðurin er fyrr dømdur fyri harðskap. 13. juli 2014 varð hann dømdur 14 mánaðir fongsulsrevsing fyri rán og harðskap, fyri at hava roynt at stjala nakrar peningamappur frá eini gentu við SMS. Hann hevði eisini sligið gentuna.

 

6. august varð hann dømdur seks mánaðir fongsulsrevsing fyri grovan stuldur og hóttanir.

 

19. februar 2015 varð hann dømdur tríggjar mánaðir fongsulsrevsing fyri grovan stuldur.

 

Tað var hesum dómum, hann var royndarleyslatin frá í august í fjør, áðrenn hann mitt í oktobur so aftur kom í hóslag við løgregluna.

 

Maðurin valdi at taka við dóminum og vera verandi í varðhaldi, inntil hann kann byrja at sita dómin. Hendan tíðin, hann hevur sitið í varðhaldi, telur sjálvandi við í hvussu leingi, hann hevur sitið.