Nú hevur Landssjúkrahúsið fingið ein yvirlækna afturat. Tað er Jens Andreassen, sum nú er settur sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum og hann byrjar í starvinum nú mánadagin, 1. juni, annan hvítusunnudag.
Hann er væl kendur lækni í Føroyum, og væl lýddur eisini, skrivar Landssjúkrahúsið.
Á mannamunni er hann best kendur diabeteslæknin. Hann hevur drúgvar royndir sum lækni á Landssjúkrahúsinum. Tað var longu í 1982, at hann fyrstu ferð var í starvi á Landssjúkrahúsinum, men tá var hann hjálparlækni á psykiatrisku deild.
Jens hevur verið á medisinska deplinum síðani 1995, fyrst sum hjálparlækni og síðani 2001 sum deildarlækni, sigur Landssjúkrahúsið.