Seinnapartin í gjár hendi nakað, sum ikki eigur at henda: Landssjúkrahúsið misti ein part av streyminum.
Streymurin hjá SEV fór seint seinnapartin í gjár, men Landssjúkrahúsið hevur trygdarskipanir, sum eiga at taka yvir sjálvvirkandi, fyri at tryggja, at alt virkar, sum tað eigur.
Men seinnapartin í gjár riggaði hendan sjálvvirkandi trygdarskipanin og tí kom Landssjúkrahúsið at liggja partvís í myrkri í einar 40 minuttir.
Sló ikki til
Jan á Argjaboða sigur, at tá ið streymurin fór, riggaði eitt battarí ikki sum sjálvvirkandi skal kobla trygdarskipanina til.
Hann sigur, at hetta var so óheppið, sum tað kundi verið, tí teir høvdu roynt skipanina fyrr um dagin og tá riggaði alt, sum tað skuldi.
- Skipanin verður roynd við jøvnum millumbili, men hetta brekið hevur so tikið seg upp í teimum fáu tímunum, ið gingu frá tí, at skipanin var roynd og til streymurin hjá SEV fór.
Leiðari á tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum, leggur dent á, at ongin sum helst vandi var á ferð, tí Landssjúkrahúsið hevur tvær trygdarskipanir, so at øll neyðug tól og útgerð framvegis virka, sum tey skulu, skuldi tann fyrra trygdarskipanin eisini svikið.
Tað merkir at øll tól medisinsk tól, øll tól á intensivari deild og alt, sum verður brúkt til eygleiða sjúklingar, virkaðu sum tey skulu og somuleiðis virkaðu allar teldur.
Á skurðstovunum hava týdningarmikil tól eisini sína trygdarskipan sum gevur læknunum møguleika at enda eina skurðviðgerð í ringasta føri.
Eftirmeta støðuna
Tað merki, at á Landssjúkrahúsinum mistu tey bara sjálvt ljósið, men annars virkaði allur neyðugur útbúnaður.
Hinvegis ásannar Jan á Argjaboða, at tað er avmarkað, hvussu leingi tær síðstu trygdarskipanirnar virka, tí meiningin er, at tann fyrsta trygdarskipanin, sum er ein motorur, ið kann ganga óavmarkað, skal sláa til sjálvvirkandi.
Men tað gjørdi hon so ikki í hesum føri og tískil lá Landssjúkrahúsið partvís í myrkri í einar 40 minuttir, tó at tær eyka trygdarskipanirnar gjørdu, at allur neyðugur útbúnaður virkaði, sum hann skuldi.
Jan á Argjaboða sigur, at tær eyka trygdarskipanirnar halda í einar tveir tímar.
Av tí, at brekið hendi eftir arbeiðstíð, var neyðugt at senda boð eftir tilkallivaktini, sum altíð er tøk og tískil tók tað 40 minuttir, til tað eydnaðist teimum at seta motorin til við hond.
Hevði brekið hent um dagin, hevði meiri fólk verið til arbeiðis á staðnum og so hevði tað neyvan tikið so langa tíð, sigur Jan á Argjaboða.
Tænastuleiðarin staðfestir, at hetta er eitt mál, tey taka í størsta álvara, hóast hetta var so óheppið, sum tað kundi vera og hann veit ikki, hvussu tey kundu tryggja seg ímóti slíkum, tekniskum breki.
Longu í morgun fóru tey at eftirmeta støðuna fyri at vita, um tey skulu broyta mannagongdir viðvíkjandi regluligum eftirliti o.s.fr.
Ein spurningur, sum tey hava til viðgerðar, er, hví tað tók 40 minuttir at seta motorin til við hond, tí tað heldur Jan á Argjaboða er í longra lagi.
- Tá ið vit hava við teknikk at gera, kunnu vit aldrin siga aldrin og hetta var eitt so óheppið samanfall, sum hugsast kann og beint nú veit eg ikki, um vit kunnu tryggja okkum betri, sigur Jan á Argjaboða.