Landssjúkrahúsið yvirtikið kallitólatænastuna

- Umleið 200 fólk gera brúk av kallitólatænastuni í dag, og tað eru nógv sum standa á bíðilista

Jonhard Hammer


Á samkomu í gjár seinnapartin handaði Karolina Petersen frá Vistarheiminum í Runavík, Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í almanna- og heilsumálum skipanina við kallitólum. Karolina segði, at skipanin hevði riggað sera gott og umleið 80 fólk høvdu gjørt brúk av skipanini.

Vistarheimið í Runavík hevur umsitið skipanina saman við avvarðandi hjá teimun, sum hava gjørt brúk av skipanini. Karolina segði, at søgan aftan fyri skipanina var, at tey savnaðu inn til tey fyrstu kallitólini, og síðani hava kommunurnar keypt kallitól og latið teimun sum hava havt brúk fyri teimun.

Helena Dam á Neystabø var sera glað fyri at fáa hesa skipanina. Hon segði, at hetta kom sera væl við, tí tað eru nógv fólk sum hava brúk fyri kallitólatænastuni.

- Tað eru í dag umleið 200 fólk, sum gera brúk av hesari skipanini, og tað eru nógv sum standa á bíðilista. Hetta er ein stór skipan, sum hevur pláss fyri 800 brúkarum, so í næstum verður farið í holt við at fáa fleiri kallitól til vega, segði Helena Dam á Neystabø.


Sjúkrabilatænastan umsitur

Tað verður sjúkrabilatænastan á landssjúkrahúsinum, sum fer at umsita skipanina. Teir hava ein vaktsentral, sum arbeiðir alt samdøgrið, og teir meta seg, at teir hava orku at røkja hesa uppgávuna eisini.

Skipanin er ein kalliskipan, har brúkarin hevur eitt kallitól um hálsin ella armin. Um okkurt hendir, og brúkarin hevur brúk fyri hjálp, so trýstir hann bara á kallitólið. Síðani ringir tað fyrst til nøkur avvarðandi. Svarar eingin ringir tað til sjúkrabilatænastuna, sum síðani veitir hjálp. At tað er brúk fyri einari slíkari skipan er heilt víst, tí tað eru fleiri dømi um at fólk hava kallað eftir hjálp, og hava fingið hjálp gjøgnum skipanina.

Ofta vilja gomul fólk verða sum longst heima áðrenn tey verða noydd at flyta. Hendan skipanin kann fáa tey gomlu og avvarðandi at føla seg meira trygg við at lata eldri fólk búgva einsamøll.


Hvussu fær

ein eitt kallitól

Hevur ein brúk fyri einum kallitóli, so er bara at venda sær til Hjálpitólamiðstøðina. Har verða tólini umsitin. Um Hjálpitólamiðstøðin ikki metir, at tú hevur brúk fyri einum tóli so kann ein keypa tað sjálvur á Telefonverkinum og síðani binda seg í skipanina. Kostnaðurin fyri kallitólið liggur um 6000 kr.

1999 er eldraár og Helena Dam á Neystabø segði, at hetta er eitt av tiltøkunum sum at bøta um støðuna hjá teimun. Hon segði einki um at hon fór at hækka pensiónirnar í 1999, so at tað verður liviligt hjá teimun gomlu í Føroyum.